Tað stendur ikki væl til hjá B36 fíggjarliga og tað rt ein av orsøkunum til, at Jonas Flindt Rasmussen ikki kemur aftur til B36.
«Vit vildu gjarna sæð Jonas hildið fram í felagnum, sigur Jákup Mørk, nevndarlimur í B36. Hann ásannar tó, at fyri at miðverjuni skuldi kunna verið í felagnum komandi kappingarár, so hevði hann skula niður í løn.
Hin parturin er, at Jonas Flindt Rasmussen eftir tvey ár í Føroyum eisini hevur hug at royna okkurt nýtt.
Mikkjal ikki tikið avgerð enn
Tað er framvegis óvist um Mikkjal Thomasen heldur fram sum venjari hjá B36. Hann hevur alment sagt, at hann umhugsar um hann skal verða venjari á triðja ári hjá árstalsfelagnum.
Hann hevur sáttmála fyri komandi ár, so tað er upp til fyrrverandi landsliðsmiðvallarin um hann ynskir at halda fram.
«Mikkjal hevur biðið um umhugsingartíð og tað taka vit til eftirtektar, sigur Jákup Mørk.
Mikkjal Thomasen hevur somuleiðis alment sagt, at verður hann á onkran hátt verður venjari B36 komandi ár, men spurningurin er bara um tað verður á 1.liðnum ella í ungdómsdeildini.
Lukasz hevur sáttmála fyri 2013
Ársins leikari í 2011, Lukasz Cielsewicz, hevur sáttmála fyri komandi kappingarár, men tað ljóðar, at hann møguliga ikki verður at síggja í B36 troyggjuni komandi kappingarár.
«Vit ynskja sjálvandi, at hann heldur fram í B36, sigur Jákup Mørk
Men skuldi póllendingurin vija roynt seg uttanfyri landoddarnar, so hevur hann ein møguleika fyri tí sambært sátmálanum.
Ivasamt er eisini um Meinhard Joensen heldur fram í B36. Tað hevur ljóðað, at KÍ hevur verið eftir honum, men tað er ógreitt hvønn leiklut Jákup Mikkelsen fær í Klaksvík.
Ábraham til NSÍ?
Venjaraspurningurin er ikki avgreiddur í Runavík, men tað ljóðar nú, at Ábraham Løkin er favorittur at gerast venjari við Løkin. Hann hevur fyrr vant ÍF og verið í landsliðsvenjaratoyminum.
Ábraham Løkin var eisini leikandi venjari hjá NSÍ eitt skifti í 1980’inum.
trondur@sosialurin