Verjukempa sendi Senegal víðari

HM 2022: Holland og Senegal eru víðari úr bólki A. Holland vann væntandi á Katar, meðan tað var finalustemningur millum Senegal og Ekvador

Holland og Senegal eru víðari úr bólki A, sum bleiv endaliga avgreiddur seinnapartin í dag. Holland vann væntandi á Katar, meðan tað var finalustemningur millum Senegal og Ekvador, har Gana vann 2-1.

 

Holland – Katar 2-0 (1-0)

 

1-0 C. Gakpo, 26

 

2-0 F. De Jong, 49

 

Holland hevur vunnið bólk A. Tað gjørdu teir við einum 2-0 sigri á hjálparleysur vertunum úr Katar, sum hava fingið kritikk fyri at vera ítróttarliga tað vánaligasta vertslandið.

 

Cody Gakpo skoraði triðja dystin upp í slag. Hann er fyrsti spælarin úr Hollandi, sum skorar í øllum trimum dystunum í bólkaspælinum. Hann legði Holland á odda. Frenkie De Jong staðfesti sigurin við máli til 2-0, ið tryggjar Hollandi fyrsta plássið.

 

Ekvador – Senegal 1-2 (0-1)

 

0-1 Sarr, 44 br

 

1-1 M. Caicedo, 67

 

1-2 K. Koulibaly, 70

 

Kalidou Koulibaly nýtist nokk ikki at keypa eina øl aftur í lívinum, eftir at hann í dag sendi Senegal víðari í bólki B. Verjukempan, sum spælir við Chelsea, er skoraði nevniliga avgerandi málið í 2-1 sigrinum á Ekvador.

 

Senegal kom á odda við brotssparki, sum Ismaila Sarr hegnisliga umsetti til mál. Miðvallarin hjá Brighton, Moisés Caicedo, javnaði fyri Ekvador. Hann er ein spælari, sum fleiri av stóru feløgunum halda eyga við. Avgerandi løtan kom, tá Kalidou Koulibaly skoraði til 2-1.

 

Bólkur A:

1: Holland 7

 

2: Senegal 6

 

3: Ekvador 4

 

4: Katar 0