Verjulegenda við 180 landsdystum vrakaður til spanska EM-hópin

Heimsmeistarin í 2010, og evropamestarin í 2008 og 2012, Sergio Ramos er vrakaður av spanska landsliðsvenjaranum, Luis Enrique

Tað var ikki smávegis bumba spanski landsliðsvenjarin, Luis Enrique slepti tá hann kunngjørdi spanska EM-hópin á tíðindafundi.

 

35 ára gamla verjukempan við teimum 180 landsdystunum og 23 málunum fyri Spania, umframt 15 ungdómslandsdystir fyri Spania, Sergio Ramos er vrakaður.

 

Luis Enrique segði á tíðindafundi, at talan var um eina torføra avgerð, men leikliga gongdin hjá Sergio Ramos í Real Madrid hevur bara ikki verið nóg góð seinastu tíðina. 

 

Sergio Ramos skrivar á Twitter, at hetta er hart og svárt, men nú ætlar hann at hvíla seg og koma sterkt aftur komandi kappingarár.

 

Sergio Ramos er bert fýra landsdystir frá altjóða metinum hjá egyptiska Ahmed Hassan, ið spældi 184 landsdystir fyri Egyptaland.  Um Sergio Ramos verður unt at spæla fimm landsdystir aftrat fyri Spania eigur hann heimsmetið fyri flest landsdystir. Tó skal havast í huga, at Cristiano Ronaldo hevur higartil spælt 173 landsdystir fyri Portugal, og kemur Portugal langt í EM-kappingini fer Cristiano Ronaldo at nærkast talinum hjá Sergio Ramos. 

 

Spania er í EM-bólki saman við Svøríki, Pólandi og Slovakia og er favorittur til at vinna bólkin. 

 

EM-hópurin hjá Spania: 

 

 

 

Málverjar: Unai Simón, De Gea, Robert Sánchez

 

Verjuspælarar: Gayà, Jordi Alba, Pau Torres, Laporte, Eric García, Diego Llorente, Azpilicueta, Marcos Llorente.

 

Miðvallarar: Busquets, Rodri, Pedri, Thiago, Koke, Fabián.

 

Áleyparar: Dani Olmo, Oyarzabal, Morata, Gerard Moreno, Ferran Torres, Adama Traoré, Pablo Sarabia.