Víkingur hevur í kvøld kunngjørt annan nýggjan styrkin til komandi kappingarár í Betri-deildini. Talan er um verjuleikaran frá Moldova, Adrian Cascaval, ið sostatt kemur afturat hópinum ístaðinfyri Rasheed Alabi, sum fekk noktandi svar til innferðarloyvi.
Adrian Cascaval er 30 ára gamal, og hevur seinast spælt í bestu deildini á Malta. Undan tí hevur Adrian Cascaval eisini spælt í Slovakia, Kasakstan og Moldova. Harumframt hevur Adrian Cascaval eisini spælt níggju landsdystir fyri Moldova. Tann seinasta afturi í november 2016.
Adrian Cascaval er vinstrabeintur verjuleikari og kann bæði spæla í miðverjuni og á vinstra bakki.