Hondbóltur
Hóast eitt mál er tepurt, so er tað nóg mikið. Í so máta greiddi Neistin sína skyldu, tá H71 vitjaði um vikuskiftið. Sigurin ber nevnliga við sær, at Neistin nú er einsamalt um at elta oddaliðið úr Vestmanna, sum enn hevur fult stigatal.
At Neistamenn eru nøgdir um stigini, er lítil ivi um. Hinvegin eru teir neyvan serliga væl nøgdir við spælið, sum als ikki livir upp til tað, sum krevst, um nakað FM-heiti skal endurvinnast.
Vána verjur
Dysturin sunnudagin var fyri tað nógva merktur av, at verjurnar hjá báðum pørtum høvdu ilt við at stilla seg rætt.
Hjá Neistanum eru fleiri sterkir individualistar, og tað var fyrst og fremst við avrikum frá hesum, at teir bláu vunnu sær hálvleiksleiðsluna. Og so eiga málverjarnir heldur ikki at gloymast. Tí hóast lítið høpi var í verjuspælinum, so stóðu Magnus Matras hjá Neistanum og Levi Nybo og Jens Skipagøtu hjá H71 allir ein fínan dyst, har teir upp á skift tóktust geva liði sínum avgerandi fyrimunin.
Eftir steðgin vóru tað hoyvíkingarnir, sum komu betur avstað. Fyrst og fremst fingu teir skil upp á verjuna, sum kom langt út at dekka. Tað órógvaði Neista-spælið, og tí gjørdist talan um tað nógva um skotroyndir útifrá.
Og í hinum endanum var Danni Syhler um at gerast heitur. Ferð eftir ferð smoygdi hann sær ígjøgnum, og gekk hetta ikki, so var bara at tveita bóltin út á veingin, har Dánjal Tórgarð var mest sum ósvikaliga tryggur.
Onkursvegna megnaði Neistin tó alla tíðina at halda fast. Tróndur Kragesteen hevði fleiri avgerandi gjøgnumbrot við skoringum, og samstundis hevði H71 hug at kiksa, hvørja ferð teir veruliga høvdu møguleikan at toga seg leysar.
Vóru kaldari
Hetta seinasta kundi bent á, at hoyvíkingarnir ikki eru nóg kaldir, tá á stendur, og tað varð eisini undirstrikað seinastu løtuna av dystinum.
Hoyvíkingarnir vóru støðugt á odda seinasta korterið av dystinum, men avgerandi bóltarnir vildu ikki inn. Ein útvísingar gjørdist eisini dýr, soleiðis at Neistin fekk smoygt seg upp á 32-31. Og hóast teir bláu misnýttu yvirtalsstøðu, tá leiðslan kundi verið sementerað, so bøtti tað ikki tað stóra hjá hoyvíkingum, sum altso mistu tvey stig, sum teimum als ikki nýttist at missa.
Men hondbóltur er nú ofta soleiðis, at tað eru teir seinastu minuttirnir, sum telja mest, og verður roknað eftir tí frymlinum, var sigurin hjá Neistanum uppiborin.
Fakta um dystin
Neistin-H71 32-31 (15-13)
10 min: 4-4-
20 min: 10-8
40 min: 23-20
50 min: 29-29
Málskjúttar
Neistin: Tróndur Kragesteen 11, David Edvardsen 6, Áki Mørk 5, Finnur Hansson 4, Jugoslav Djumic 3, Blagoje Buha 2(1), Bogi Berg 1, Karl Herup Olsen 1
H71: Danni Syhler 9, Dánjal Tórgarð 8(2), Halgir Dahl Olesen 6, Esbern Patursson 4, Regin Joensen 3, Janus Sørensen 1
Brotskøst: Neistin 3, H71 3
Útvísingar: Neistin 3, H71 2
Dómarar: Kári Hansen & Sámal Paulason.