Jakob Ellemann-Jensen, verjumálaráðharri, er farin í sjúkrafarloyvi í óásetta tíð eftir at hann í síðstu viku fekk eitt dánilsi og endaði á sjúkrahúsi.
Tað skrivar hann sjálvur á Facebook.
– Eg havi havt óvanliga nógv at gera í longri tíð. Nú sendir kroppurin boð um, at eg má taka ein steðg, um tað ikki skal enda galið. Tí má eg lurta eftir.
– Niðurstøðan er tí, at eg, eftir ráðum frá lækna mínum, verður noyddur at taka stikkið út í eitt tíðarskeið og fara í farloyvi. Og so komi eg aftur, tá eg eri klárur, skrivar hann.
Troels Lund Poulsen, búskaparmálaráðharri, verður virkandi verjumálaráðharri og tekur sær av báðum størvum, meðan Sephanie Lose skal standa á odda fyri organisatiónini í Vinstra.
Stjórnin er farin í samráðingar við Fólkatingsins flokkar um eina nýggja verjusemju. Her tekur Troels Lund Poulsen yvir fyribils.
– Hann kennir verjuøkið rættiliga væl frá tíð síni sum framsøgumaður í verjumálum, og hann fer at halda fram ið at fyrireika eina nýggja verjusemju, so stjórnin kann koma við einum útspæli til samráðingarnar í vár, skrivar Ellemann.
Í síðstu viku endaði Ellemann á Ríkissjúkrahúsinum eftir eitt dánilsi, har hann gjørdist svimbul og hevði høvuðpínu.
Ellemann upplýsti síðani, at hann hevði tað gott.
Hann gjørdist formaður í eini baldrutari tíð í Vinstra í september´i2019, eftir at Lars Løkke Rasmussen varð koppaður sum formaður.
Síðani hevur hann roynt at savnað flokkin, meðan fleiri profilar í flokkinum hvurvu úr Fólkatinginum fyri at halda fram á yrkisleiðini aðrastaðni.
Eftir eitt drúvt valstríð fekk Vinstra sum væntað eitt vánaligt valúrsliti, har flokkurin misti 20 sessir í Fólkatinginum.
Ellemann samráddis síðani um at skipa stjórn saman við Javnaðarflokkinum og Vinstra, sum eydnaðist eftir fleiri vikur. Tað fekk fleiri flokkar á bláa veingi at finnast at honum, fyri at hann hevði svikið projektið.
Síðani hevur hann havt nógvar ferðir uttanlands sum nýggju verjumálaráðharri, sum hann lýsir sum eitt dreymastarv.
Í 2018 gjørdist hann pápi fyri triðju ferð, og í juni 2022 doyði pápi hansara, Uffe Ellemann-Jensen, sum fyrr var formaður í Vinstra í mong ár.
– Heilsan er sjálvandi tað týdningarmesta. Eg kann ikki bæði vera pápi, verjumálaráðharri og floksformaður samstundis, um heilsan ikki er í ordan, skrivar Jakob Ellemann-Jensen.
Metta Frederiksen, forsætisráðfrú, fekk boðini hósdagin.
– Í dag hevur Jakob Ellemann-Jensen sagt mær, at hann verður noyddur at sjúkramelda seg fyri at koma á rættkjøl aftur. Kroppurin hevur sent honum greiða ávaring – og tað skalt tú taka í álvara.
– Eg gleði meg til at fáa Jakob aftur. Men beint nú er tað týdningarmesta, at hann ansar sær sjálvum og familju síni. Tað vóni eg, at vil øll respektera, skrivar hon á Facebook.
/ritzau/
Verjumálaráðharrin farin í sjúkrafarloyvi Verjumálaráðharrin farin í sjúkrafarloyvi
Jakob Ellemann-Jensen, verjumálaráðharri í Danmark, hevur havt tað trupult og er nú farin í sjúkrafarloyvi í óásetta tíð.
Eirikur Lindenskov
6. februar 2023 kl. 20:45
Mest lisið hesa vikuna
Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr
12. oktober kl. 00:01
Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági
15. oktober kl. 07:54
Simme Musikkhús heldur fram
10. oktober kl. 11:24
Vembur og avroð slongd eftir Argjavegnum
11. oktober kl. 21:48
Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu
14. oktober kl. 12:06
Løgreglan ávarar: Haldið tykkum innandura í Hvalvík og Streymnesi
14. oktober kl. 20:57
Fleiri tíðindi
Fótbóltur
Liðið hjá Ara vann fyrsta sigurin síðani 4. juli
10 minuttir síðan
Tíðindi
21 ára gomul úr Klaksvík vann P3 Guld-heiður
24 minuttir síðan
Tíðindi
Talskvinna hjá Trump gevst eftir fáum døgum
1 tími síðan
Hondbóltur
Rúnar Hammer var toppskjútti tá Stoholm vann fyrsta sigurin
1 tími síðan
Tíðindi
Heysthugni og óvæntaðar tónleikaupplivingar í Havn
2 tímar síðan
Hondbóltur
Ajax tapti fyri Roskilde í toppuppgerðini
3 tímar síðan
Fótbóltur
Hanus og liðfelagarnir taptu annan dystin á rað
9 tímar síðan
Hondbóltur
Valur og Stjarnan vunnu
9 tímar síðan
Fótbóltur
ÍBV megnaði ikki at tryggja sær bronsuna í kvøld
10 tímar síðan
Fótbóltur
VIDEO: Adrian mundi fingið skaða av grovari takkling
10 tímar síðan
Hondbóltur
Níggju føroysk mál vóru skotin í heimasigri hjá HF Karlskrona
10 tímar síðan
Tíðindi
Innflutningurin farin upp um 12 milliardir krónur
11 tímar síðan