Verjumálaráðið bannar TikTok á telefonum hjá starvsfólkum

Aðalráð í Danmark bannaðu í síðstu viku appina Tiktok á telefonum og teldlum. Nú ger verjumálaráðið tað sama

Verjumálaráðið bannar starsfólkum at brúka kinesisku appina TikTok á til dømis arbeiðstelefonum.

Tað upplýsir Verjumálaráðið í tíðindaskrivi.

Avgerðin er tikin í framhaldi av einum tilmæli, sum er komið frá Cent for Cybersikkerhed (CFCS) tann 24. februar.

Har »frámælir« CFCS starvsfólkum hjá til dømis aðalráðum at brúka sosiala miðilin.

Orsøkin til forboðið er sambært ráðnum, at TikTok er ein app,s um biður um »víðari rættindi og atgongd til eindina«.

Tá Verjumálaráðið tekur fetið víðari og banar appina á »tænastuligum eindum«, er tað tí at »fleiri tungvigandi trygdaratlit« í samtakinum.

Harumframt er tað »ein sera avmarkaður tørvur á at brúka appina í tænastuni«. Tað skrivar ráðið í tíðindaskrivinum.

Forboðið fevnir eisini um telefoni, teldlar og aðrar eindir, sum verða brúktar í arbeiðinum.

Fleiri aðalráð hava áður beinleiðis bannað TikTok á arbeiðstelefonum og teldlum.

Tað er kinesiska felagið Bytedance sum eigur og hevur ment TikTok. Felagið er undir illgruna fyri umfatandi at savna inn dátur frá brúkarunum. Og at lata upplýsingarnar víðar til stýrið í Kina. Hesum hevur felagið víst aftur.

Sambært tíðindaskrivinum fara øll starvsfólk í Verjumálaráðnum at fáa boð um at avinstallera TikTok »sum skjótast«.

Eiini fleiri bæði statslig, kommunal og privat arbeiðspláss hava bannað ella frámælt nýtsluni av TikTok. Tað sama er galdandi í ES.

/ritzau/