Annað vikuskifti á rað skulu bæði Skála og 07 Vestur dystast ímóti liði, sum tað undan kappingarbyrjan varð roknað við, at hesi bæði liðini skuldu kappast við um at sleppa undan aftastu plássunum.
Síðsta vikuskifti endaði tað 2-2, tá ið Skála var á Toftum, og tað endaði 3-3, tá ið 07 Vestur var á Argjum.
Í dag hittast Skála og 07 Vestur undir Mýruhjalla á Skála.
07 Vestur hevur miðvallaran Marius Hagen aftur í hópinum. Hann var í felagnum eitt skifti síðsta summar, og nú er hann komin aftur úr Noregi og til 07 Vestur. Vágamenn hava allar spælararnar tøkar. Undantakið er Dann Fróðason. 21 ára gamli miðverjin hevur tvey tey seinastu árini verið álit í miðverjuni. Higartil í ár hevur hann ikki verið við í landskappingini, og tað eru ikki so góð útlit fyri, at hann verður við næstu ferðirnar. Tað er skaði í lærkrikanum, sum forðar Dann fyri at spæla, og nú skal hann til Danmarkar fyri at fáa serfrøðingar at fáa bilbukt við skaðan.
Á Skála er Jan Ingason Hansen tøkur aftur, eftir at hann var sjúkur, tá ið Skála spældi á Toftum. Dávid Johansen er framvegis darvaður av skaða í knænum, og Steinbjørn Olsen er vøddaskaddur.
Skála – 07 Vestur: Kári J. á Høvdanum kl. 15.00.