Verjustyrkur til FCM

Komandi mótstøðuliðið hjá B36, FC Midtjylland, hevur eisini styrkt um liðið.
Teir hava skriva sáttmála við Nicola Gosevski, sum tvær ferður hevur spælt á vinstra bakkinum hjá makedonska landsliðnum.
Gosevski verður tó ikki í hópinum, sum skal royna seg á Tórsvølli hóskvøldið. Hann er nevnliga komin til felagið eftir evstamark hjá UEFA fyri skráseting av spælarum.