Verk eftir Mikines víst fram á fyrsta sinni

Hóskvøldið 1. februar verða framvísingar av verkum eftir Mikines í listagoymsluni á Listasavni Føroya. Talan er um 17 verk, sum savnið fekk í gávu í 2023. Tað er fyrstuferð at hesi verk verða víst fram á savninum.

Tríggjar framvísingar eru á skrá, vegna sera avmarkað pláss, mælir Listasavn Føroya teimum vitjandi at tryggja sær atgongumerki longu nú.

 

Framvísingarnar vera kl. 17, kl. 18 og kl. 19 og eru umleið 20-30 minuttir til longdar. Tær vera í smærri bólkum við rundvísara.

 

Framsýningarnar vera hesar tíðir

 

hósdagin 1. februar 2024 17:00-17:30

 

hósdagin 1. februar 2024 18:00-18:30

 

hósdagin 1. februar 2024 19:00-19:30