KAPPRÓÐRARPRÁT
Tað, sum ikki hevur borið til í 36 ár, gjørdist veruleiki leygardagin. Klaksvíkingur var fyrstur á mál. Harvið vunnu klaksvíkingar á Eysturoyingi, sum hevur vunnið allar róðrarnar, síðani teir vóru næstfremstir á Norðoyastevnu í fjør.
Flestu sigrarnir hjá Eysturoyingi hetta seinasta árið hava verið sannførandi. Eisini á Norðoyastevnu vóru lítlar ella ongar ábendingar um, at nakar í næstu framtíð skuldi taka Eysturoyingin. Men soleiðis sóu teir umborð á Klaksvíkingi ikki upp á tað:
- Vit hava sett okkum fyri, at vit skulu vinna FM heitið, sum Klaksvíkingur ongantíð áður hevur vunnið. Málið undan Norðoyastevnu var í fyrsta róðrinum at enda millum tríggjar teir fremstu. Tað eydnaðist heilt væl, tí vit vórðu næstfremst. Síðani tá hava vit verið í bátinum hvønn einasta dag. Tá ið vit komu á mál í Klaksvík, vistu vit, hvat vit skuldu leggja dent á undir venjingunum upp undir Sundalagsstevnuna, og tað kendist ógvuliga søtt og gott, tá ið vit komu fyrstir á mál í Kollafirði.
Svein Rógvi Nielsen er lærmaður í stýriborði og bátsformaður umborð á Klaksvíkingi. Hetta er 14. árið, at hann og felagin Uni Oknadal rógva. Hvørgin teirra ella nakar annar av manningini hevur vunnið FM í kappingini millum 10-mannaførini. Enn er langt á mál, men Svein Rógvi ásannar, at sigurin í Kollafirði hevði alstóran týdning:
- Um vit ikki høvdu havt vunnið, hevði tað ivaleyst gingið út yvir sinniliga yvirskotið, og so hevði tað ivaleyst kenst trupult at seta seg upp. Nú kenna vit okkum vera sinniliga omaná. Vit hugdu at upptøkuni av róðrinum týskvøldið. Síðani hava vit lagt hann afturum okkum, og nú hava vit fokus á leygardegnum og kappingini á Skálafjørðinum. Tá verður aftur talan um harða kapping frá fyrst og fremst Eysturoyingi, sum sjálvsagt ógvuliga fegin vil vinna í heimasjógvi. Vit halda, at tá ið teir vunnu her norðuri hjá okkum, so er tað upplagt, at vit vinna úti hjá teimum!
Hví vunnu tit hesa ferð, tá ið tit á ongan hátt hóttu Eysturoying í Klaksvík?
- Sæð við okkara eygum so var tað ein høvuðsorsøk, at tað hesa ferð hilnaðist væl betri hjá okkum. Hon var ferðin ella tempoið. Í Klaksvík róðu vit sum pískirís. Longu sunnudagin á Norðoyastevnu fóru vit at venja meiri seigan róður. Hesar báðar vikurnar hevur talan verið um støðuga framgongd, tí vit hava fingið styrkina í rygginum við, og báturin hevur gingið væl.
Verkætlanin
At 10-mannafarið í Klaksvík loksins hevur blandað seg upp í toppin er ikki komið av sær sjálvum. Manningin er so at siga headhuntað, sum tað plagar at verða tikið til, og 2. jóladag fóru teir undir miðvísu projektið, sum teir vóna og ætla skal enda við FM heitinum.
Eftir FM heitið við Nevinum Reyða í fjør, gjørdi manningin av, at teir í ár skuldu royna seg umborð á Klaksvíkingi. Seks rógvarar og stýrimaðurin vóru við Nevinum í fjør. Fýra rógvarar eru komnir afturat. Teir hava allir drúgvar royndir, og fleiri teirra hava vunnið róðrar, men eingin teirra hevur vunnið FM við 10-mannafari.
Merkisvert er tað, at manningin bara hevur vant saman í bátinum síðani fríggjakvøldið undan Norðoyastevnu. Teir vóru í bátinum 2. jóladag, og síðani vandu teir næstan hvønn dag teir høvdu seks dagar frí fram til Norðoyastevnu í maskinum. Miðal teinurin um dagin í maskinunum rokna teir við var onkra staðni millum níggju og tólv kilometrar.
At tað ikki bar til at venja umborð á bátinum komst av, at manningin var rættiliga spjødd. Ein var til skips við Kvikki, ein var í Keypmannahavn, ein var í Aberdeen, tríggir vóru í Havnini, og hinir vóru í Klaksvík.
- Síðani á Norðoyastevnu hava vit vant saman. Fleiri koyra aftur og fram til og frá venjingunum, og tað er heilt víst, at hetta hevði ikki borið til, um tað ikki var fast samband undir Leirvíksfirði, heldur Svein Rógvi Nielsen.
Teir ellivu, sum leygardagin við mettíð á Kollafirði vunnu við Klaksvíkingi fyri fyrstu ferð í 36 ár, eru Oddur Olsen, Svein Rógvi Nielsen, Uni Oknadal, Debus Sivertsen, Magnus Norðberg, Janus Dam Jacobsen, Símun Mikael Kerlok, Jón Syderbø, Rasmus Magnusson, Heini Hátún og Hjálmar Hátún.