Verkætlanir fyri 3,2 milliardir í ár

Taka vit oljuboringarnar við, eru íløgur fyri omanfyri tríggjar milliardir krónur í Føroyum í ár. Slakar tvær milliardir krónur verða koyrdar í byggivinnuna og serliga hetta ávirkar arbeiðsmarknaðin og eftirspurningin eftir fakfólki í byggivinnuni

Marjun Dalsgaard

Skúlar, ítrottarhallir, havnir og sjúkrahús eru millum tær byggiverkætlanir, sum mynda byggivirksemið komandi árini. Milliardaupphæddir skulu brúkast, og longu í ár er ein milliard krónur í almennum íløgum í bygningum, vegum og tunlum.
Sosialurin hevur gjørt eitt yvirlit yvir størstu íløgurnar í byggivinnuni í dag, og ein mynd av stórum virksemi vísir seg.
Tann leingi umtalaði skúladepilin við Marknagil er endiliga farin av bakkastokki og í hesum føri skulu 515 milliónir brúkast yvir 5 ár. Í ár skulu 149 milliónir brúkast til hesa byggiætlaninia, og stjórin í TG Verk, sum stendur fyri byggjarínum fyrireikar seg longu til, at hann skal brúka útlendska arbeiðsmegi.

Landsjúkrahús fyri 480 milliónir
Menningin av Landsjúkrahúsinum heldur fram, og fyri nøkrum døgum síðani var ætlanin um at byggja Landsjúkrahús fyri 489 milliónir avdúkað. Av hesum skulu knapt 30 milliónir brúkast í ár. Sigurd Poulsen stjóri á Hagstovuni heldur, at tað er ringt at meta um vøksturin, tí tey tølini, sum Hagstovan hevur fyri 2012 og 2013 eru nógv meira umfatandi og fevnur um millum annað keyp av skipum og flogførum. Hann heldur, at av almennu íløgunum, er tað serligja íløgurnar hjá SEV á 379 milliónir í 2014, sum vekja ans. Hesar íløgur umfata útbygging av netið, verkum og innkeypi av vindmyllum. Íløgurnar vera helst líka stórar komandi ár, sigur Hákun Djurhuus, stjóri á SEV.
Íløgurnar hjá SEV er helst tað, sum ger, at almennu íløgurnar koma upp um eina milliard í 2014, sigur Sigurd Poulsen. Tað heldur hann, avt tí at tær stóru kommunurnar, Tórshavnar Kommuna, Runavíkar Kommuna og Klaksvíkar Kommuna ikki hava líka stórar íløgur, sum farnu árini.

Bæði alment og privat
Farstøðin og tænastumiðdepilin á Flogvøllinum gevur í alt arbeiði fyri 130 milliónir krónur. Av hesum skulu 50 milliónir brúkast í ár. Hendan verkætlan verður helst liðug í mai í ár.
At privata vinnan hevur haft tað gott sæst aftur á byggivirkseminum. Bank Nordik byggir høvuðssæti fyri 94 milliónir krónur. Av teimum verða 40 milliónir brúktar í ár.
Stóru peningaupphæddirnar koma frá uppisjóvarvinnuni. Pelagos byggir sostatt fyri 200 milliónir í Fuglafirði í ár, og nýtir í stóran mun nýtt íslendska arbeiðsmegi. Umleið helvtin av handverkarunum eru sostatt útlendingar.
Í somu vinnu hava vit Bakkafrost, sum kom út við einum yvirskotið á 727 milliónir krónur fyri skatt fyri nøkrum døgum síðani. Bakkafrost hevur boðað frá, at fyritøkan fer at byggja út fyri 1,1 milliard komandi fimm árini. Av hesum verða 280 milliónir krónir brúktar í ár.

162 milliónir til Viðareiðistunnil
Í fleiri ár hava fólk í Norðuroyggjum bíðað eftir at sleppa undan vandamikla vegnum til Viðareiðis - eitt vegastrekki á 7 km, sum mangan hevur loypt hvøkk á tey lokalu við stórum omanlopum og ringum koyrilíkindum. Eisini tey kunnu hesu dagarnar frøðast um váttanir frá tí almenna. Ein tunnil, sum styttir leiðina við fimm kilometrum verður gjørdur fyri 162 milliónir krónur. Væntandi verður koyrandi ígjøgnum tunnilin í 2017.

Skúlar og sjúkrahús í Klaksvík
Tað er ikki bara í Tórshavn at ungdómurin fær ein nýggjan skúla. Í Klaksvík skal Tekniski Skúlin byggjast fyri 36 milliónir krónur, harav 21 milliónir skulu brúkast í ár. Klaksvíkingar fáa somuleiðis sjúkrahús til 15 milliónir krónur. Av hesum skulu 11,2 brúkast í ár.
Í alt merkir hetta almennar íløgur fyri umleið eina milliard í 2014. Frá privatum hondum verður bygt fyri í minsta lagi 680 mió. krónir í 2014. Her eru tað serliga teir tríggir høvuðsaktørarnir Bakkafrost, Pelagos og Bank Nordik, men eisini Bústaðir hava nógv virksemi - 100 milliónir krónur hava teir ætlanir um at brúka til íbúðir í ár.

Vandi fyri ovurupphiting
Tá nógv byggivirksemi er í gongd samstundis, veksur eftirspurningurin eftir handverkarum. Um marknaðurin ikki megnar at veita nokk av fakfólkið, er vandi fyri ovurupphiting tá kostnaðurin fyri ein handverkara verður dýrari.
- Tað eru tríggjar loysnir, um eftirspurningurin veksur skjótt. Tann eina er, at gjalda tað, tað kostar, tað vil siga, at lønirnar fara upp, og verkæltaninar verða dýrari. Ein er at innflyta arbeiðsmegi, og ein er at draga verkæltaninar úr, sigur Sverri Hansen, formaður í Búskaparráðnum. Hann metir, at privata vinnulívið fer at gjalda tað, sumt tað kostar, men at tað almenna møguliga fer at draga nakrar verkætlanir út.
Nógva virksemið kemur ikki óvart á byggivinnuna. Bæði Bakkafrost í Fuglafirði og TG Verk, ið m.a. byggir skúladepilin í Marknagili, hava longu funnið ein stóran part av arbeiðsfólkunum í Íslandi, og hjá SEV, sum hevur serliga nógv virksemi í ár, er leiðslan somuleiðis varug við, at tað kann gerast torført og dýrt at fáa arbeiðsmegi.
- Vit royna at fá gongd á verkætlaninar sum skjótast, so sáttmálar kunnu koma í hús, greiðir stjórin, Hákun Djurhuus frá. Tað kann tó vera striltið at fáa útlendska arbeiðsmegi til vega. Niels Winther úr Vinnuhúsinum sigur í hesum sambandi, at tað kann vera ein stórur trupulleiki hjá fyritøkum, tí tað kann taka upp til 3-6 mánaðir at fáa útlendska arbeiðsmegi til vega.

Íløgur fyri 3,2 milliardir
Taka vit íløgurnar í oljuvinnuni við, er samlaða upphæddin av íløgum í Føroyum í ár umleið 3,2 milliardir. Hendan upphæddin umfatar boringar í grunnunum Brugdan 2 og Stelkur fyri 1,5 milliardir. Hetta gevur avleitt virksemi í Føroyum fyri millum 300 og 400 milliónir metir Vinnumálaráðið. Mett verður, at til dømis Runavíkar Havn kann fáa væl burtur úr, av tí at alt skal yvir føroyskan kaikant, og Runavíkar Havn hevur gjørt nógv fyri at fyrireika seg uppá júst hetta. Í alt gera Tórshavnar Havn, Runavíkar Havn og Tvøroyar Havn íløgur fyri 79,6 milliónir krónur í 2014. Tórshavnar Havn stendur fyri 21, 6 av hesum, Tvøroyarar Havn fyri 50 og Runavíkar Havn fyri 18 milliónum krónum.


Sí yvirlit yvir verkætlanir á síðu 14 og 15 í Vinnublaðnum.




Myndatekstur
Menningin av Landsjúkrahúsinum heldur fram, og fyri nøkrum døgum síðani, varð ætlanin um at byggja Landsjúkrahús fyri 489 milliónir avdúkað. Av hesum skulu knapt 30 milliónir brúkast í ár.

Myndatekstur

Tunnil til Viðareiðis verður nú veruleiki. Leiðin til Viðreiðis styttist við 5 km tá tunnilin stendur liðugur í 2017. Tunnilin kostar í alt 162 milliónir krónur.