Verkætlanin hevur verið væleydnað

Vóni, at menningararbeiðið heldur fram, hóast eg steðgi í starvinum, sigur Flemming Oliver Jensen, ið nú gevst sum hondbóltsmennari.

Leygardagin boðaði Hondbóltssambandið frá, at avtalan við hondbóltsmennaran, Oliver Jensen, fer úr gildið, eftir at hann annars hevur verið knýttur at Hondbóltssambandinum síðstu tvey árini.

- Soleiðis sum hansara konsept er samanskrúvað og soleiðis sum fíggjarvánirnar eru í løtuni, ber ikki til hjá okkum at halda fram við samstarvinum við Oliver Jensen, sigur Kristian Johansen.

Oliver Jensen greiddi Rás 2 frá, hvussu hann hevur tað við tí, at samstarvið millum hann og Hondbóltssambandið nú er av, tí fíggjarligt grundarlag ikki longur er fyri tí.

 

Trýst á pílin undir myndini, fyri at hoyra samrøðuna við Flemming Oliver Jensen.