Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, tekur ikki dagar ímillum stríðandi partarnar, nú semingsstovnurin roynir at finna semju millum reiðarar og fiskimenn. Sum landsstýrismaður í fiskivinnumálum, fylgir Jacob Vestergaard sjálvsagt gongdini, nú nógv bendir á, at rættiligt stríð hevur tikið seg upp millum reiðarar og fiskimenn um nýggjan sáttmála.
Í dag byrjaði semingin millum partarnar og sambært ætlanini, sum er løgd, skal ein semja helst verða undir landi á middegi týsdagin komandi.
Tá má røkka ella støkka, sum tikið hevur verið til.
- Tað er trupult at meta um, hvussu semingin fer at roynast, men tað letur til, at trupult verður at koma undir land við einum nýggjum sáttmála. Reiðarar tykjast vilja hava broytingar, men í løtuni er sjálvsagt ógjørligt at siga, hvussu hart partarnir fara at koyra tað.
Jacob Vestergaard ásannar, at eitt møguligt verkfall í okkara fiskiskipavinnu er sera álvarsamt.
- Tað er sjálvandi ein álvarsom støða, tá verkfall er í eini so stórari høvuðsvinnu, sum okkara fiskivinna er, og tí er at vóna, at partarnir ? so ella so ? finna fram til semju.
Sum landsstýrismaður, ið varðar av fiskiskipavinnu, sigur hann seg vóna, at báðir partar ? reiðarar og fiskimenn ? skilja álvaran í støðuni og hugsa seg væl um, áðrenn fiskiskipaflotin við verkfalli ella verkbanni verður lagdur.
- Partarnir noyðast at loysa trupulleikarnar í felag, og nú semingsstovnurin er komin upp í samráðingarnar, kunnu vit bara vóna, at funnið verður fram til semju, soleiðis at fiskiskipaflotin ikki verður lagdur í komandi viku, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður.