Verkfall í Kastrup

Í morgun er trygdarfólkið á flogvøllinum í Kastrup farin í verkfall. Tað órógvar alla flogferðslu um flogvøllin í Keypmannahavn. Myndugleikarnir í Kastrup mæla fólki frá at fara út á flogvøllinum, tí einki verður avgreitt. Og tað órógvar eisini fólk, sum skulu til Føroya.

 

Hjá Atlantsflog vænta tey, at verkfallið verður av rættiliga skjótt, og tey mæla fólki til at fara á flogvøllinum sum vanligt til tey flogfør, tey skulu við.