Verkfall í norskum fongsli

Fyri fyrstu ferð í 28 ár eru tey almennu starvsfólkini í Noregi farin í verkfall. Tað ger, at foreldur noyðast at ansa børnunum ella at fáa onkran til tað, tí skúlarnir og barnagarðarnir eru stongdir. Men verkfallið hevur eisini gjørt, at eitt fongsul í Bergen noyðist at lata sínar fangar sleppa út haðani, tí fangavørðarnir har eru í verkfalli.

Leiðslan í fongslinum noyddist tí at kalla fangarnar saman til kunnandi fund í morgun, og har fingu teir at vita, at fongslið skuldi tømast. Av teimum 72 fangunum sluppu 54 leysir, men hinir 18 vórðu fluttir til onnur fongsul.

Fongsulsleiðslan í Bergen sigur við kringvarpið NRK, at fangarnir, sum eru sleptir út, eru ikki vandamiklir.