Verkfall, sæð av síðulinjuni

Samráðingar, styrkiroynd, glantrileikur, komedia. Fyri afturlatnum hurðum. Einans kent av almenninginum av frásagnum frá troyttum tíðindamonum, ið fáa endaleysa yvirtíð fyri endaleysa bíðitíð í trappunum á Hotel Hafnia. Men hvussu er tað í veruleikanum?

 

Orð/myndir:

Dagfinn Olsen


Framtíð Føroya. Alingin. Arbeiðspláss. Stabiliteturin. Sjúka. Fiskasjúka. Vælferðin. Farvælferðin. Alt stóð upp á spæl, nú verkafólkið legði árarnar inn nakrar dagar i mai.

Løgreglan fekk boð um at steðga ólevnaðinum. Ov nógv stóð upp á spæl.

Hjá hvørjum? Tann spurningin setti eingin, ið veruliga hevði hugsað um hann.

Ikki er langt síðani, at annað verkfall var í longri tíðarskeið, men tá gekk alt sum eftir ánni. Tá stóð eftir øllum at døma ikki líka nógv uppá spæl, hóast sjálvt fíggjarmálaráðharrin ikki slapp framat tí, ið hann goymdi á kistubotninum.

Ella er alt so einfalt?

Uttan mun til metingar, meiningar, lit ella skónummar, so er veruleikin, at veruleikan kenna vit í dag bert frá fjølmiðlunum og teimum, ið leggja okkum orð í munnin.

Hvat er veruliga orsøkin til, at fólk standa í tímavís á verkfalsvakt í Kollafirði, á Drelnesi, í Skopun, á Oyrargjógv, í Leirvík og í Fuglafirði? Er tað glantarí ella annað? Er tað stuttligt í vikuvís? Og hava fólk, meinigi maðurin, væl at merkja, ráð at hava slíkan humor?

Og hví geva arbeiðsgevarar ikki bara nøkur oyru meira til ? eftir øllum at døma, ómissiligu arbeiðsorkuna, um so stór virði standa uppá spæl?

Alt spurningar, ið vit bert kunnu grunda yvir. Neyvan koma vit nakrantíð nærri sannleikanum, tí ov mong eru, ið túta okkum ymsar sannleikar í oyruni.

Á síðulinjuni

Samráðingar. Semingsmenn. Fáum er unt at síggja leikin, uppliva hann. Í veruleikanum. Leikin, ið kann fáa ÚF at senda hálva nátt. Leikin, ið øll oyru fylgja við í.

Tíðindamenn kenna leikin. Innan í frá, halda teir. Men í veruleikanum kenna teir helst bert betri trappurnar og gongirnar á Hafnia betri innan í frá, enn fólk flest.

Sum liður í tíðindatænastu, untist tað undirritaða at uppliva, síggja og hoyra júst aftur um farna verkfall, samráðingar, sorgir og gleðir. Innan í frá.

Hetta setir kanska kíla í gegnið, men tað er sum so ikki tað, ið er avgerandi her. Heldur er tað upplivingin. Ein uppliving, ið er unt teimum fáu. Og enntá færri, bert sum eygleiðari.

Var knýttur at verkfallinum sum tíðindamaður. Hevði sum so óavmarkaðar heimildir og atgongd hjá øðrum partinum.

Hetta gevur ein møguleika at standa á síðulinjuni og eygleiða, ið er teimum fáu untur. Bardagin. Hin dagligi. Tá telefonin ringir, uttan íhald. Boðini eru stuðul. Spurningar. Klagur. Alt slíkt, ið støða skal takast til, slíkt ið skal loysast. Alt døgnið.

Døgnini gerast, sum verkfalsstøðan líður, til eitt sera langt døgn. Svøvnurin er bert tveir tímar her og fýra har. Hart leikar á. Frá øllum síðum. Mótparturin førir stríð, ið krevur svar. Fjølmiðlar fylgja við og krevja at verða fóðraðir. Og so ræður um at fóðra sum best, tí júst sum á seyðasýning, so er tað fóðuri sum ger av, hvat endaliga úrslitið er, tá almenningur skal døma.

Dysturin

So áhugaverdur, ið sjálvur verkfalsdysturin er, so er tó innanhýsis dysturin áhugaverdari, tí hann er meira gyrdur í mjørkans tokutalu. Hvat er tað, ið kann fáa fólk at sita í fleiri døgn og stríðast, uttan beinleiðis samband. At sita, ella liggja og stríðast. Í tímar, dagar, natur, fleiri døgn. Við bert fáum løtum, har eyguni falla saman.

Slík styrkiroynd er unt teim fáu. Og eftir at hava roynt partvís kann sigast, at hetta er einki at ynskja sær.

Fyrst er tað at troppa upp. Fáa at vita, at bólkurin, ið tú er partur av, fekk tað og tað høli. Als ikki tað besta ella tað ynskiliga. Longu ónøgd, til stóra ræðslu fyri semingsmannin.

So fara tímarnir spakuliga. Minst tvær hæddir eru millum partarnar og semingsmenn ímillum.

Tá harðast leikar á, hittast høvdingarnir. Vitja. Koma við uppskotum ella hóttanum. Vil illa til og er møðin komin á, so ræður um hjá semingsmonnum at halda høvdið kalt og smekka hurðina í, so síðstu orðini ikki hoyrast frá veikasta liðinum í samráðingarbólkinum hjá mótpartinum, og so annars bara at fáa vitjandi høvdingarnar aftur á sína rók.

Mangir leikir eru í longum talvi. Og mangir leikarar. Sakførararnir eru t.d. týðandi talvfólk. Nevndirnar hava fleiri uppgávur. Tann størsta er at halda samanhaldið viðlíka og annars at halda hvønn annan vaknan. Eftir, at fyrsta døgnið er farið, verður góðtikið, at onkur fær ein hálvan tíma uppá eygað.

Í báðum legunum gerast posarnir undir eygunum tyngri og tyngri. Millum teirra, ið hava lættasta sinnið ella krevja mest svøvn, byrjar svøvnrúsurin at tekna seg. Brátt verður spælt leik við ymsum lutum, ið liggja aftan fyri eitt teppi, ið eingin annars hevði givið sær far um.

Ein líka látuligur leikur, sum alt Hafnia tilsamans hesi døgnini, hugsa tey dapurskygnastu.

Brátt hómast stóra løtan, men brádliga ganga uppaftur tveir tímar. Onkur hinumegin góðtekur ikki hetta ella hatta.

Hóast summarið er komið, so sæst enn munur á nátt og degi. Og løturnar eru ljósar til tíðir, men myrkna so aftur. Einki er avgjørt, fyrr enn í síðsta minutti.

Sum síðuviðmerking kann hetta lýsast við, at Útvarpið ikki metti, at ráðiligt var at senda víðari eftir klokkan 4 mánamorgunin, men klokkan 4:30 settu umboð fyri partarnar nøvn síni á sáttmálarnar. Verkfallið var av.

Palleba

Eg viðgangi. Eg fall. Tað er vónleyst at lýsa leikin í orðum. At seta seg at skriva eina frágreiðing frá hesum døgum í mai er vónleyst.

Ov skjótt er at falla í orðaskvaldur. Nyttuleysar lýsingar. Tí einki má jú avdúkast. Tað er innanhýsis. Millum partarnar. Og hóast partarnir eru tú og eg, so eru summi meira partur, enn onnur.

Fall aftur í lummaheimsspekina. Men hendingaríku dagarnir í mei góvu í hvussu er okkum øllum øðrvísi upplivingar.

Eg meini so við. Nær hevur tú seinast sæð ella verið við til at byrgja ein mótstøðufúsan prest inni í dekkum. Ella at lata eitt viðførisrúm upp, har ein hundur lá inni í. Ella at munnhøggast við ein sakførara, ið pástóð, at viðførisrúmið fleyt við týdningarmiklum skjølum. Ella nær hava kjóla- og hattaklæddar kvinnur síðst mannað suðuroyartrolarar?

Nei, tak hetta ikki í álvara, men skemtiligt er tað at síggja, at tað veruliga hevur týdning, hvørt Palleba vaknar klokkan 7 á morgni. Hvørt hann velur at fara í býin mikukvøld, ella hann letur seg í ketilsdraktina hósmorgun. Tí ger hann ikki tað, men ístaðin fær tørn, so steðgar alt upp.

Palleba kann ikki verast fyri uttan. Tí so verður illa (les ILA) statt!

Hjá eygleiðaranum á síðulinjuni, við óavmarkaðari atgongd, gjørdist verkfallið ein gluggi inn í annan heim. Sum tey, ið síggja tað, ið onnur ikki síggja. Tað er bara tað við slíkum, at tað er so ómetaliga trupult at greiða frá tí, uttan at bróta ógivin lyfti, ella at fáa onnur at missa tráðin ella at blíva til látursgjørdur.

Tí lati eg verkið fella her. Tí annað hevði í hvørt fall verið óðamanaverk?