- Verkfall skapar óneyðugan ótryggleika og ótta.

Verkfallið kann fáa lívshættisligar avleiðingar fyri sjúklingar, sigur Heilafelagið

Fleiri fakfeløg hava í dag víst sín stuðul til Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar í teirra stríði fyri at betri lønarsømdir, men í kvøld heitir Heilafelagið á báðar partar, um at koma víðari og loysa málið, tí núverandi støða skapar ótryggleika fyri sjúklingar.


- Heilafelagið heitir á samráðingarpartarnar um, at fara aftur til samráðingarborðið beinanvegin. Íkomna støðan kann fáa lívshættisligar avleiðingar fyri fólk, ið hava tørv á akuttari viðgerð í samband við blóðtøpp ella bløðing í heilanum, ella vegna heilatraumi av einum hvørjum slag, skrivar felagið, og leggur afturat.


- Tað er ein sannroynd, at 130 fólk í Føroyum árliga verða rakt og hvør minuttur telur, fyri at bjarga lívi og førleikum. Ótryggleikin er stórur fyri tey, ið vera rakt og teirra avvarðandi og skapar eitt verkfall óneyðugan ótryggleika og ótta.


Felagið endar yvirlýsingina við at skriva, at tey vóna, at partarnir finna eina skjóta loysn á samráðingartrætuni.