Verkfall á íslendskum fiskamjølvirkjum

Týskvøldið í næstu viku fara arbeiðsfólk á fiskamjølvirkjum í Íslandi í verkfall. Verkfallið fer at umfata virkir á Eysturlandinum, Vesturlandinum og í Vestmannaoyggjunum. Spurningurin um verkfall hevur verið til atkvøðugreiðslu millum arbeiðsfólkið. Á Eysturlandinum tóku 75 prosent undir við verkfalli, og á Akranesi atkvøddu heili 80 prosent fyri at leggja arbeiðið niður. Fæst ikki semja, byrjar verkfallið tann 15. februar kl. 19.30.

Upprunaliga ætlaðu fakfeløgini at fara í verkfall í gjár, men rætturin ógildaði fráboðanina, tá eingir semingsfundir høvdu verið við semingsstovnin. Tað verkfallið skuldi verða tíðaravmarkað, men verkfallið, sum nú er fráboðað, er ikki tíðaravmarkað, men skal standa við, til semja er fingin.

Arbeiðsfólkið á fiskamjølvirkjunum krevur meiri løn, men tað vilja arbeiðsgevararnir ikki ganga við til. Partarnir vóru við samráðingarborðið um vikuskiftið, men einki spurdist burturúr, skriva íslendsku bløðini.