Verkfall: Stak ónøgd við semingsmenninar

Arbeiðarafeløgini eru misnøgd við semingsmenninar og møguleikin at klagað, hevur eisini verið nevndur

Verkfall

Semingsmaðurin er bæði partískur og kanska er hann eisini ógegnigur.
Tað halda arbeiðarafeløgini.
Tey eru avbera misnøgd við leiklutin hjá semingsmonnunum, Misnøgdin er so stór, at at tað ljóðar, at tey enntá hava umhugsað at klaga hann fyri vinnumálaráðnum, hevur eisini verið nevndur.
Men tað hevði Ingeborg Vinther onga viðmerking á gjáramorgunin.
Hon váttar tó, at tey eru stak ónøgd við leiklutin hjá semingsstovninum.
? Semingsmaðurin oyðilegði stemningin við samráðingarborðið beinanvegin.
? Tað fyrsta hann ætlaði var at útseta samráðingarnar, tí hann skuldi til Danmarkar.
? Tá ið vit noktaðu, ætlaði hann at stongja okkum inni til samráðingar sjálvan fyrsta mai, sum er altjóða arbeiðaradagur.
Ingeborg Vinther sigur, at fakfeløgini søgu bums nei.Vit sótu ikki inni 1. mai og samráddust, sama hvørjar avleiðingar tað fór at fáa.
? Dagin eftir endaði tað við, at semingsmaðurin bað um umbering. Men tá varð tann góði stemningurin longu farin.
? Tað næsta var, at semingsmaðurin var í øðini um, at formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelagi í sjónvarpinum hevði víst á, at Karsten Hansen hevði lagt seg út í samráðingarnar og at endamálið var var minka munin ímillum lág- og háinntøkur.
Inbgeborg Vinther sigur, at avtalan við semingsstovnin var at ongin skuldi siga nakað alment um sjálvar semingsroyndirnar. Men vit far altíð at krevja okkara rætt at siga okkara hugsan um viðurskifti, sum ikki hava við semingina at gera.
Ingeborg Vinther sigur, at tað var ógvuliga trupult at koma til eina semju við hasum semingsmonnunum, tí teir løgdu frá fyrsta degi upp til stríð við arbeiðarafeløgini.
Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag, er púra samdur við Ingeborg Vinther.
? Tað er týðiligt, at semingsmaðurin hellur arbeiðsgevaravegin og tað hava vit verið sera misnøgd við, sigur hann.

Ógegnigur
Arbeiðarafeløgini kanna nú eisini eftir um semingsmaðurin, Suni Schwartz Jacobsen er beinleiðis ógegigur.
Hann er grannskoðari hjá KPMG, sum eisini er grannskoðari hjá Arbeiðsgevarafelagnum.
? Er hann ógegnigur, verður tað als ikki góðtikið, sigur Ingeborg Vinther. Hon sigur, at arbeiðarafeløgini ætla at kanan málið.
Jan Mortensen á arbeiðsgevarafelagnum váttar, at KPMG er grannkoðari hjá arbeiðsgevarafelagnum, men tað er ikki Suni Schwarts Jacobsen, sum grannskoðar roknskapin, tað er ein annar grannskoðari.
Annars heldur hann, at tað er lætt at vera eftirklókur, tí eisini arbeiðarafeløgini hava verið við til at útnevna Suna Schwartz Jacobsen til semingsmann og hava góðtikið hann.
?Semingsmenninir hava eina ógvuliga trupla uppgávu og tað er ongin orsøk til at finnast at teimum, sigur Jan Mortensen.

Vita til eina aðru ferð
Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmananfelag, váttar, at tey hava góðkent semingsmenninar.
?Men tá vistu vit ikki av hesum her, sigur hann. Men so vita vit tað til eina aðru ferð, leggur hann afturat.
Síðani hava tey eisini fingið at vita, at KPMG, har Suni Swartz Jacobsen arbeiðir, er grannskoðari hjá bæði Føroya Arbeiðsgevarafelag og fleiri øðrum stórum virkjum, eitt nú stórum fiskavirkjum og tí meta tey, at hann er ógegnigur.
Tað eydnaðist ikki at fáa eina viðmerking frá Suna Schwartz Jacobsen, áðrenn blaðið fór til prentingar.