Verkfall um smápengar

Í gjár vóru báðir partar í verkfallinum í Kollafirði so rørandi samdir um, at tað var so lítið, sum skilti, at tað er bæði synd og skomm at halda fram við verkfallinum


 

Semingsroyndirnar, sum skuldi fáa ein enda á tí skjótt tríggjar viku langa verkfallinum hjá dagrøktarmammunum í Kollafirði, kortsluttaðu heldur óvæntað um vikuskiftið.

Men bæði Miriann Dam, talskvinna hjá dagrøktarmammunum, og Hans Jacob Hansen, bygdaráðsformaður í Kollafirði, eru so rørandi samd um, at nú er tað so lítið, sum skilir partarnar, at tað er bæði synd og skomm at halda fram við verkfallinum.

Annars høvdu samráðingarnar um vikuskiftið ført til semju á næstan øllum økjum og sáttmálin var komin undir land.

Semja var bæði gjørd um lønir, eftirlønir, arbeiðstíðir, starvsaldur og um, nær sáttmálin skuldi koma í gildið og, hvussu leingi, hann skuldi vera í gildið.

Partarnir eru samdir um, at sáttmálin skal koma í gildið 1. august og fara úr gildi aftur 31. desember.

Tá leggur Kollafjørður saman við Tórshavnar Kommunu og Kollafjarðar Kommuna sigur, at hon hevur ikki heimild at gera sáttmála, sum gongur longur enn til nýggjárs, tí tá yvirtekur Tórshavnar Kommuna málið.

Bygdaráðið hevur eisini tvíhildið um at lønarlagið hjá dagrøktarmammunum skal vera á sama støði sum í Havn.

Tað vil siga, at dagrøktarmammurnar skulu fáa einar 700 krónur meiri fyri at hava tey smærru børnini undir trý ár, enn tær skulu fáa fyri at hava tey størru børnini.

Hinvegin vildi dagrøktarmammurnar hava tað sama í løn fyri øll børnini, og tað skuldi vera miðallønin av tí, sum mammurnar í Havnini fáa.

?Í hesari trætuni var skorið mitt ígjøgnum, so at vit nú fáa gott 3.000 krónur fyri tey minnu børnini og knapt 3.000 fyri tey størri børnini, so at munurin er góðar 300 krónur, sigur Miriann Dam.


Ósemja um gestabørn

Tað einasta, sum ósemja nú er um, og sum heldur lív í verkfallinum, er, hvørja løn dagrøktarmammurnar skulu hava fyri gestabørnini.

Gestabørn eru børn, sum ein dagrøktarmamma hevur fyri eina aðra, sum hevur forfall av ymsum orsøkum.

?Kommunan tvíheldur um, at dagrøktarmamman, sum hevur forfall, skal missa eftirlønina fyri børnini, hon skuldi havt.

? Men hinvegin skal dagrøktarmamman, sum skal hava hesi gestabørnini, ikki fáa eftirlønina.

? Og vit kunnu undir ongum umstøðum góðtaka, at ein dagrøktarmamma skal fáa minni fyri at hava eitt gestabarn, enn hon fær fyri tey børnini, hon vanliga hevur, sigur Miriann Dam.

Hans Jacob Hansen, bygdaráðsformaður í Kollafirði, heldur, at ósemja er eisini um, hvat eitt gestabarn er.

? Kommunan uppfatar eitt gestabarn, sum ein dagrøktarmamma hevur nakrar fáa dagar, fyri eina mammu, sum hevur forfall av onkrum orsøkum.

?Hinvegin uppfata dagrøktarmammurnar tað eisini sum gestabørn, tá ið ein dagrøktarmamma hevur børn fyri eina aðra, sum er í barnsburðarfarloyvi í eitt hálvt ár, men tað halda vit er burturvið.


Bæði synd og skomm

Bæði bygdaráðsformaðurin og talskvinnan hjá dagrøktarmammunum eru tó samd um, at í pengum er hetta eitt so lítið mál, at tað er bæði synd og skomm at verkfallið skal halda fram av hesi orsøk.

Og báðir partar vóna, at nakað hendir í málinum skjótt.

Men tey bæði, Miriann Dam og Hans Jacob Hansen, eru ikki samd um, hvør eigur at næsta útspæl.

? Bólturin liggur hjá Kommununi, sigur Miriann Dam.

? Tað eru ikki vit, sum hava slitið semingsroyndirnar, sigur hans Jacob Hansen.

Í gjáramorgunin visti sostatt ongin hvat fór at henda og, nær, nakað hendi.

Og tískil heldur verkfallið fram.

Fyribils er alt arbeiði, sum limir í Føroya Arbeiðarafelag gera fyri Kollafjarðar Kommunu, lagt lamið. Tað ber m.a. í sær, at skúlin verður ikki vaskaður og mitt í síðstu viku, var hann so skitin, at undirvísingin mátti halda uppat og børnini vórðu send til hús.

Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag sigur, at hendir onki heilt skjótt, má støða takast til, um onnur stig skulu takast fyri at leggja Kollafjarðar Kommunu undir trýst.