– Tað er ein lætti at verkfallið er av.Tað sigur Óluva í Gong forkvinna Felagnum Fyri Føroyskar Sjúkrarøktarfrøðingar. Sum vit skrivaðu í áðni, hava hon, og Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, skrivað undir undir ein nýggjan sáttmála fyri eini lítlari løtu síðani, og sostatt er verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum av, eftir at hava vart í tríggjar vikur.
Men Óluva í Gong leggur dent á, at hóast tað er ein lætti, hevði hon ikki havt skrivað undir sáttmálan, uttan so at hon var nøgd við úrslitið.
Og tað er hon, sigur hon. Hon sigur, at nú fara tey at seta upp, akkurát, hvussu nógv lønin hjá teimum ymsu hækkar, men hon leggur afturat, at hesa ferð, eru tey miðvíst farin eftir at grundlønin hjá sjúkrarøktarfrøðingunum skuldi hækkað.
– Vit fóru til samráðingarnar við tí endamáli at minka um munin á okkara løn, og lønini, sum aðrir starvsbólkar við samsvarandi útbúgving, fáa. Og við sáttmálanum, sum er gjørdur í dag, eru vit komin ett stig longri at røkka tí endamálinum, sigur hon.
Hon sigur, at sáttmálin, sum nú er undirskrivaður, svarar nokk so neyvt til semingsuppskotið, tey sendu Fíggjarmálaráðnum tann áttanda oktober, men sum Fíggjarmálaráðið vrakaði
Men nýggi sáttmálin er longdur í tríggjar mánaðir, so at hann er galdandi í trý ár og tríggjar mánaðir, frá 1. oktober í fjør til 1, januar í 2023. Uttan at gera tað tekniskt, sigur, at nettupp tað gjørdi útslagið so at tað eisini passaði inn í roknistykkið hjá Fíggjarmálaráðnum.
Óluva í Gong sigur, at boð eru nú farin út um, at teir sjúkrarøktarfrøðingar, sum eiga at vera til arbeiðis, skulu fara til arbeiðis. Men nú um vikuskiftið hevur sjúkrahúsverkið fingið tey undantøkini, tey hava biðið um, so hetta fer ikki at gera tann stóra munin, fyrrenn í morgin ári tíðliga, táið tað verður full manning allastaðni.