- Verkfallið er lógligt

Herda verkfallið, sum er fráboðað at byrja í morgin, stendur við sigur Fasti Gerðarætturin

Herda verkfallið, sum er fráboðað 15/12-2017, at byrja í morgin 18. desember kl 08.00, stendur við. Tað skrivar Pedagogfelagið í tíðindaskrivi í kvøld. 

 

 

- Fasti Gerðarrættur gav í dag Føroya Pedagogfelag viðhald í, at fráboðaða verkfallið fyri allar limir, ið starvast í Almannaverkinum og sjálvsognarstovnum undir Almannaverkiinum, ikki er óheimilað, og tískil er verkfall í morgin kl 08.00, skrivar felagið.  

 

 

 

- Føroya Pedagogfelag hevur tikið neyðug atlit í samband við meting av tryggleika hjá brúkarum, og taka innihald og ábyrgd í størvum hjá limum sínum í størsta álvara. Vit vænta tí eisini, at Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag taka støðuna í álvara, skrivar Pedagogfelagið í kvøld.