Verkfallið gav henni tvær starvsvenjingar

Helena Debes Højgaard var noydd at fara frá Útvarpinum á eitt tíðindablað orsakað av verkfallinum

Helena Debes Højgaard er 23 ár og úr Hoyvík. Hon hevur støddfrøðiliga studentsútbúgving úr Hoydølum frá 1996. Ynski hennara er at gerast tíðindakvinna, og tí valdi hon í september 1998 at fara á háskúlan í Kungälv, har hon gongur á fjølmiðladeildini. Á hesari deildini tekst hon mest við útvarp og at skriva.

Tá Helena skuldi velja sær eitt pláss at fara í starvsvenjing, var Útvarp Føroya ein upplagdur møguleiki. Hon byrjaði starvsvenjig sína í ÚF tann 8. mars, og dámdi henni stak væl at royna seg sum útvarpskvinna. Men verkfallið gjørdi, at tíðin hjá Helenu Debes Højgaard sum útvarpskvinna ikki gjørdist serliga drúgv - í hvussu so er ikki í fyrsta umfari. Manningin í Útvarpi Føroya eru øll limir í Starvsmannafelagnum, og vildi Helena ikki taka upp verkfallsrakt arbeiði, so hon mátti finna sær annað pláss at vera í starvsvenjing so leingi verkfallið varir. Helena Debes Højgaard er nú í starvsvenjing á Sosialinum. Hesum er hon ikki kedd av, hóast hon hevði ynskt at roynt seg sum útvarpskvinna. Hon sigur í staðin smílandi, at nú fær hon tvær flugur við eitt slag. Hon er nú nevniliga sloppin at royna seg innan tvey sløg av tíðindaflutningi - útvarpsarbeiði og blaðmannaarbeiði.

Tá starvsvenjingin er liðug tann 2. apríl, fer Helena aftur til Svøríkis at vera, fyribils til einaferð í mei. Fjølmiðlaskeiðið á Kungälv er 9 mánaðar langt, men verður helst í næstum víðkað til 2 ár.