Verkfallið: Gera eina semingsroynd afturat í kvøld

Men hvussu tað fer at eydnast, dugir semingsmaðurin ikki at siga

Semingsmenninir gera nú eina roynd afturat at fáa semju í lag ímillum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, soleiðis at ein endi kann fáast á verkfallinum hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, sum nú hevur vart í 16 dagar.

Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur, at teir hava havt fund við báðar partar í morgun og nú fara teir at brúka dagin upp á at snikka eitt nýtt semingsuppskot til. Hann væntar, at tað verður eina ferð í kvøld, at tað verður lagt fyri partarnar.

Semingsmenninir hava áður sagt, at teir gera ikki meiri, fyrr enn teir fáa eitt greitt tekin frá øðrum partinum, ella báðum pørtum, um, at teir eru sinnaðir at geva seg.

Men Terja Sigurðsson sigur, at tað hava teir ikki fingið, tað er ikki tí, at teir fara undir eina semingsroynd afturat.

Hinvegin sigur, hann, at teirra vón er, at nú verkfallið hevur vart í 16 dagar, er støðan mýkt so frægt, at tað ber til at leggja eitt semingsuppskot fram, sum báðir partar kunnu liva við.  

– Eftir verkfall í 16 dagar, vóna vit, at partarnir kortini hava flutt seg fyri at finna eina semju ,og at tíðin er búgvin til at gera eina roynd afturat. Men vit hava ikki fingið nakra ábending um tað, sigur Terje Sigurðsson.