Tað er nú greitt, at verkfallið hjá ljósmøðrunum heldur fram. Tað er greitt eftir at eisini seinasta semingsuppskotið, sum varð lagt fyri tær í morgun, eisini er vrakað.
Tað eru ljósmøðurnar, sum hava vrakað semingsuppskotið. Semingsmaðurin hevði annars kallað ljósmøðurnar og Fíggjarmálaráðið á fund klokkan 11 í morgun í eini seinastu roynd at fáa enda á verkfallinum, áðrenn tað varð hert, men tað er nú greitt, at tann royndin er nú miseydnað.
Ljósmøðurnar høvdu annars boðað frá, at tær fóru at herða verkfallið nú klokkan 15 í dag og tá fóru tær at taka øll undantøk aftur. Og semingsroyndin í morgun var sostatt ein seinasti møguleiki at sleppa undan at verkfallið varð hert.
Jóanis Erik Køtlum, stjóri fyri sjúkrahúsverkið, hevur annars sagt við KvF, at fyribils eru tvær ljósmøður leigaðar heim úr Danmark fyri at gava eina tilbúgving, men hann sigur, at hetta gongur ikki í fleiri dagar afturat.
Tað sama hevur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, sagt við okkum og hon sigur, at tey fylgja væl við og meta um støðuna alla tíðina. Hon er samd í, at hendan støðan kann ikki standa við í nógvar dagar.
Og eitt, tey skulu taka støðu til reiðiliga skjótt, er, um støðan er so hættislig, at Løgtingið skal kallast saman at gera enda á verkfallinum við lóg. Men Sirið Stenberg leggur afturat, at tað er eitt so víðgongt inntriv, at tað eigur bara at verða gjørt í heilt serstøkum førum, og nú skal so støða takast til um tey meta støðuna so álvarsliga nú, at tað verður gjørt.