Fasti gerðarrætturin hevur nú gjørt úrskúrð í málinum um verkfallið hjá portørunum. Av tí at verkfallið er lýst við ov stuttari freist, eigur tað at verða avlýst. Úrskurðurin hjá Gerðarrættinum her hesin:
»Verkfallið, ið Starvsmannafelagið lýsti at byrja tann 1. februar kl. 15:00 fyri limir sínar á sjúkraflutningsøkinum er heimilað stríðsstig, men lýst við ov stuttari freist, og eigur tí at verða avlýst.«
Fasti Gerðarrættur segði m.a. í grundgevingunum:
»Fasti Gerðarrættur heldur, at talan er í roynd og veru um verkfall og ikki um arbeiðssteðg. Í føroyskum arbeiðsrættarhøpi hevur verið vanligt, at arbeiðssteðgur verður lýstur sum tíðaravmarkaður steðgur í arbeiðinum, ið vanliga ikki varar longri enn 24 tímar og ofta verður brúkt sum stuðulstiltak frá øðrum feløgum til eitt felag, sum er í ferð við samráðingar.
Í hesum málinum er talan um »arbeiðssteðg« ,ið er lýstur uttan tíðarfreist, og er eftir Gerðarrættarinar tykki tí talan um verkfall.
Fasti Gerðarrættur er samdur um, at eins og staðfest varð í úrskurðinum, ið nevndur er omanfyri, hevur Starvsmannafelagið rætt til at lýsa verkfall sum lið í arbeiðinum at fáa nýggjan sáttmála.
Hóast hetta heldur Fasti Gerðarrættur, at tað eisini á føroyska arbeiðsmarknaðinum er ein almenn galdandi regla um, at verkfall ella arbeiðssteðgur eiga at verða lýst við einari eftir umstøðunum hóskandi freist.