Verkfallið kann gerast drúgt

Tað er ikki til at siga, hvussu leingi verkfallið fer at vara, tað kann verða tveir dagar, tað kann verða fýra vikur. Undir øllum umstøðum er verkfalskassin hjá okkum so rúmur, at tit kunnu verða í verkfalli restina av lívinum, segði Kent Petersen á kunningarfundi í morgun

- Jú, vit stuðla felagnum hjá okkum av fullum huga!

Tað segði ein av luttakarunum á fundinum uppi á Hotel Føroyum í morgun. Og bert við at kaga innar í stúgvandi fulla fundarrúmið fekst tú sjón fyri søgn. Heili 180 av teimum áleið 200 limunum í felagnum vóru møttir til kunnandi fundin, sum Finansforbundet skipaði fyri.

Eftir at Kenneth Samuelsen, formaðurin í føroysku deildini av Finansforbundet, hevði boðið vælkomin og presenterað donsku samráðingarnevndina, greiddi Niels Jensen, verkfals ábyrgdarhavari, eitt sindur frá praktisku lutunum í sambandi við verkfallið.

Hann segði, at allir limir í Finansforbundet eru umfataðir av verkfalinum, og tað er eisini galdandi fyri næmingarnar, sum kortini sluppu at ganga í skúla og ganga til próvtøku, meðan verkfallið varir.

Síðani greiddi Kent Petersen, samráðingarleiðari og næstformaður í Finansforbundet, frá gongdini higartil. Hann harmaðist um støðuna, men vísti á, at AFF hevði als ongan vilja víst at finna eina loysn.

- Undir samráðingunum fekst eingin sum helst ábending um, at AFF vildi flyta seg úr stað, greiddi Kent Petersen frá.

 

Rímilig krøv

Sambært Kent Petersen gongur tað væl í Føroyum.

Bankarnir tjentu hálva milliard í fjør, men kortini nokta teir limum sínum eina rímiliga lønarhækkan. Og tað er undarligt at síggja, at tá roknskapirnir verða lagdir fram, er einki mark fyri, hvussu væl tað gongur. Men við lønarsamráðingar eru teir um at fara av knóranum, helt Kent Petersen.

Hann ákærdi eisini teir persónar, sum stóðu á odda fyri samráðingunum fyri AFF, við hesum at taka landið sum gísla.

- Tit skulu minnast til, at tit eru størstu aktiv hjá bankanum. Og vit hava verið rímilig í okkara krøvum. Vit løgdu út við 9% lønarvøkstri yvir tvey ár, men tað var jú bara eitt útspæl. Vit hava ikki kravt 10% um árið – ikki so frægt sum 5%. Tað einasta vit hava kravt, er ein lønarhækkan, sum ikki verður etin upp av inflatión, segði Kent Petersen.

Hann segði tað eisini verða púra óvanligt, at arbeiðsgevarar gjørdu samhugatiltøk í slíkum førum.

 

Bankin stongdur

Heilt mótsatt tí, sum í gjár kom fram um, at bankin fór at verða rímiliga »operativur« undir verkfallinum, so verða ongar bankaavgreiðslur framdar í Føroya Banka, meðan verkfallið stendur við.

Rammuavtalan sigur, at í slíkum førum kunnu bankarnir innkalla fimm fólk frá høvuðsdeildini og tvey frá hvørjum av hinum deildunum til arbeiðis undir verkfallinum. Og tí hevði bankin eisini boðað frá einum 46 nøvnum, sum skuldu verða til arbeiðis hesa tíðina. Men sama rammuavtala sigur eisini, at fólk til arbeiðis undir verkfalli, bert kunnu ansa ognum bankans, og ikki avgreiða verkfalsrakt arbeiði.

Hetta hevur so ført við sær, at bankin, sambært Kent Petersen, hevur skorið talið á starvsfólkum úr 46 niður í sjey.

Tað stutta av tí langa er altso, at bankin verður stongdur fyri allari avgreiðslu, burtursæð frá, at handlar kunnu lata dagsins umsetning inn í náttarboksina, og starvsfólkið kann síðani flyta peningin í vanligu boksirnar. Eisini kunnu heilt óvanligar hendingar loyva ávísum avgreiðslum.

Eisini peningaautomatirnar verða raktar. Upplýst var, at hesar vórðu fyltar á tremur í gjár, men frá í dag at rokna, verða tær ikki fyltar aftur, fyrr enn verkfallið er av. Netbankin virkar tó framvegis, tí tað er Elektron, ið umsitur henda.

 

Siðilig blokada

Onkur vildi vita, hvat hendi, um verkfallið vardi so leingi, at tað fór at koma í karambolagu við ætlaða uttanlandsferiu, og har var svarið heilt greitt, at so mátti ferðin avlýsast.

- Tá eitt verkfall er av krevur tað, at fólk kunnu møta til arbeiðis dagin eftir, og tað kann verða meiri enn trupult, er ein staddur uttanlands, segði Kent Petersen.

Hann greiddi annars frá, at verkfalsvaktir fóru at verða útnevndar, og at hesar høvdu skyldu at møta. Talan verður ikki um feriu, men arbeiði, sum tó verður nakað øðrvísið enn vanligt.

Av Hotel Føroyum skuldi alt fylgið oman í Húsagøtu, har høvuðsdeildin hjá Føroya Banka heldur til saman við Trygd, sum eisini er rakt av verkfallinum.

- Har verða pylsur og kaffi at fáa. Ikki bert til tykkum, men eisini til fjølmiðlarnar og tey, ið koma framvið og annars vilja hava eina pylsu. Eg vil enntá heita á tykkum um at ringja til vinir og kenningar og bjóða teimum framvið til pylsu og kaffi, so kunnu vit greiða teimum frá, hví vit standa har, segði Kent Petersen.

Men hann legði fólki eina við, at bera seg siðiliga at.

- Frætti eg nakað graml um, at ósek fólk verða fyri munnligum ella kroppsligum ágangi, verður blokadan avlýst beinanvegin. Tí soleiðis arbeiða vit ikki, legði Kent Petersen dent á.