Verkfall
? Løgmaður skuldi heldur tikið í egnan barm
Tað rørir ikki Ingeborg Vinther, at Anfinn Kallsberg í Sosialinum leygardagin heitti á partarnar á arbeiðsmarknaðinum um at vísa ábyrgd og samfelagssinni og at loysa trætuna ímillum arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevararnar, so at samfelagið fæst ígongd aftur.
Tvørturímóti heldur forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag, at tað er nógv fyri at hoyra Løgmann tosa um ábyrgd.
?Hann skuldi heldur sópa fyri sínari egnu hurð, áðrenn hann kastar øðrum fyri, at tey ikki vísa ábyrgd.
Løgmaður hevur sjálvur í fimm ár sitið á odda fyri eini samgongu, har klandur og stríð hevur verið høvuðseyðkenni so at siga alla tíðina.
? At tey, sum mynda landsins stjórn klandrast so illa, sum tey gera í hesi samgonguni, haldi eg ikki er at vísa ábyrgd og samfelagssinni og hesum hevur Løgmaður ábyrgdina av. Tí er tað nógv fyri at júst hann skal loyva sær at heita á fakfeløgini um at vísa ábyrgd, sigur Ingeborg Vinther.
Hon sigur, at verkafólkið má fáa eina sámuliga løn og tað ber ikki til, tað, sum er farið fram hesi seinastu árini, at arbeiðaralønin dragnar meiri og meiri afturímóti øðrum lønarbólkum.
Løgmaður heldur eisini, at tað er neyðugt at viðurskiftini á arbeiðsmarknaðinum verða betrið skipað?
? Eg veit ikki, hvat hann hugsar um. Eg veit ikki um ætlanin er at taka samráðingarrættin frá okkum ella, hvat hann hugsar um.
Ingeborg Vinther sigur, at royndir eru gjørdar at broyta semingslógina, sum er eitt týðandi amboð á arbeiðsmarknaðinum.
?Tað endaði við, at landsstýrismaðurin í vinnumálum legði eitt uppskot fyri fakfeløgini, men tað var so vánaligt at tað var ikki eitt tað einasta fakfelag, sum tók undir við tí.
? Men kanska er ætlanin bara at skerja rættindini hjá fakfeløgunum? Er tað bara hetta, Løgmaður hugsar um, tá ið hann tosar um at viðurskiftini skulu skipast betri, sigur tað seg sjálvt, at vit fara ikki at góðtaka tað, sigur Ingeborg Vinther.
Annars dugir hon ikki at síggja , at tað er neyðugt við fleiri broytingum.
?Vit halda, at viðurskiftini eru nóg væl skipað. Tá ið sáttmálaloysi er, hava vit rætt at fara í verkfall, so einfalt er tað og hetta er ein rættur, sum fakfeløg hava um allan tann frælsa heimin. Hetta er ikki eindømi fyri føroyska arbeiðsmarknaðin.
Eitt, sum nógv hevur verið tosað um, eru reglarnar fyri frumatkvøðugreiðslu. Arbeiðarafeløgin i hava sagt, at frumatkvøðugreiðslan er ódemokratisk, tí tey, sum ikki taka lut í atkvøðugreiðsluni, verða roknað at hava atkvøtt fyri og tí er tað ógvuliga trupult at fella eitt semingsuppskot.
?Men verkafeløgini hava ikki tosað um, antin tað er nøktandi at broyta tær reglarnar. Men hon vísir á, at aðrastaðni er tað vanligur meiriluti sum ræður.
Annars hevði Føroya Arbeiðarafelag fund fyri limunum kring landið um vikuskiftið og Ingeborg Vinther sigur, at tey fingu fulla undirtøku fyri verkfallinum.
?Vit eru øll hørm um verkfallið, men sum støðan er, varð onki annað at gera, sigur Ingeborg Vinther.