– Eg havi góðar vónir um, at hetta fer at bera á mál.
Tað sigur Terji Sigurðsson, semingsmaður í lønarósemjuni í lønarósemjuni ímillum Pedagogfelagið øðrumegin, og Fíggjarmálaráðið, FMR, og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, KAF, hinumegin.
Partarnir hittust til samráðingar seinnapartin í gjár og teir sótu til klokkan trý í nátt. Og semingsmaðurin sigur, at framdrift er í samráðingunum og at partarnir nærkast alsamt hvørjum øðrum.
– Partarnir hava av álvara tikið ábyrgd og hava lagt stóra orku í at finna eina semju, sigur semingsmaðurin.
Men hann staðfetir, at talan er framvegis um torførar samráðingar og hann sigur at klokkan trý í nátt rendu teir seg fastar. Og tá helt hann, at best var at fáa partarnar til hús at hvíla seg ímeðan semingsmenninir sera støðuna upp og meta um, hvussu tað ber til at koma víðari.
Men partarnir hittast aftur nú á miðdegi og Terji Sigurðsson sigur, at verður tað við sama vilja og hugburði, at teir møtast aftur, væntar hann, at samráðingarnar fara at bera á mál hesa ferð. Men enn er langt á mál og nakað semingsuppskot er ikki í eygsjón enn.
Onkrir kamelar eru, sum skulu slúkast, og tað kann taka sína tíð at fáa teir niður um, men eg havi góðar vónir, sigur hann. Munurin á hesi semingsroyndini og teimum báðum undanfarnu, er, at hesa ferð siga samráðingarfólkini siga oftari ja enn nei, sigur Terji Sigurðsson.