Nú verður eitt semingsuppskot lagt fyri partarnar í enn eini roynd at fáa enda á arbeiðssteðginum hjá pedagogunum.
Tað sigur Terji Sigurðsson, semingsmaður, sum roynir at finna semju ímillum Pedagogfelagið øðrumegin, og Fíggjarmálaráðið, FMR, og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, KAF, hinumegin.
Samráðingar hava verið í allan gjár og í allan dag og nú, beint fyri klokkan tíggju í kvøld, eru tey komin hartil, at eitt semingsuppskot er skrivað, og tað verður nú lagt fyri partarnar. Terji Sigurðsson sigur, at avtalan er, at hann skal frætta aftur á midnátt, og tá skulu stríðandi partarnir svara, um teir góðtaka uppskotið ella ikki.
Men eru partarnir ikki klárir at svara á midnátt, verður freistin longd. Partarnir fáa alla ta tíð, teir hava brúk fyri, sigur Terji Sigurðsson.
Sjálvur hevur semingsmaðurin ikki hóming av, hvønn veg tað ber, tí tað er altíð ein óvissa, tá ið talan er um so truplar og fløktar samráðingar. Fyrr í dag segði hann, at partarnir høvdu av álvara tikið ábyrgd og løgdu stóra orku í at finna eina semju, og hann vónar, at teir taka sama hugburð við sær, nú teir skulu taka støðu til semingsuppskotið.