Klaksvík:
Frá arbeiðarafeløgunum verður sagt, at bilurin hjá heilsøluni kemur í seinastu løtu og koyrir umborð við so mikið av ferð, at tað ikki er hugsingur um at royna at steðga honum. Sum skilst á fleiri verkfalsvaktum, so eru feløgini sera ónøgd við framferðarháttin hjá heilsøluni. Feløgini siga, at tey ikki vilja leggja eftir heilsøluni, men tey siga seg ikki skilja, hví hesin framferðarhátturin verður nýttur, og hví heilsølan ikki virðir verkfallið, sum nú hevur vart í nærum tríggjar vikur. Tey halda, at hetta ov nógv av tí góða, og nú umhugsa feløgini at seta fleiri vaktir við Dúgvuna.
? Hetta hevði tó ikki verðið neyðugt, um heilsølan lat vera við at bróta verkfalsvaktirnar hjá okkum, siga óðir limir í feløgunum í Klaksvík. Tey siga, at Jákup Mikkelsen sjálvur hevur sagt, at hann ikki koyrir nakað út frá heilsøluni, men um fólk kemur har at keypa, so selur hann. Men tað letur til, at myndin er ein onnur, tí í øllum førum varð heilsølubilurin sæddur at koyra umborð á Dúgvuna mánakvøldið seinasta túr til Leirvíkar fullur av vøru og aftur til Klaksvíkar sama túr, men tá var bilurin tómur. Og verkfalsvaktir siga, at hetta var ikki fyrstu ferð.
? Vit hava ikki havt trupulleikar av nøkrum øðrum her í Klaksvík. Og tey ringja eisini úr Eysturoynni og siga, at bilurin hjá Kjølbro heilsølu kemur fullur av vøru í land í Leirvík, men hann koyrir so skjótt, at tað er lívshættisligt at royna at gera nakað við hann, greiðir ein verkfalsvakt frá.
Serstakliga fílast feløgini á, at tað letur til, at ongin virðing er fyri verkfallinum. Tey greiða frá, at trukkur er sæddur koyra vøru frá heilsøluni og niðan til Bónus mitt á degi, og tað halda tey, er óneyðug provokatión.
? Feløgini ynskja bara, at verkfallið verður virt, og at óneyðugar provokatiónir halda uppat, tað fer at lætta um samráðingarnar, siga tey.