Vit fingu nakað burtur úr, tí vit fingu fólk upp úr stólinum. Tað sigur Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, sum nú hava verið í verkfallið í 16 dagar.
Í verkfallinum hava tey fleiri ferðir givið sjúkrarøkarfrøðingum undantak at arbeiða, hóast tað er verkfall, og tað er fyri at allir sjúklingar, sum hava brúk fyri viðgerð, fáa viðgerð.
Men í gjár tóku tey tað óvanliga stigið, at tey kravdu, at øll undantøk, sum vórðu givin eftir klokkan 16 í gjár kostaðu 200 krónur í avgjaldið um tíman fyri hvønn sjúkrarøktarfrøðing. Landssjúkrahúsið roknaði seg fram til, at tað fór at kosta teimum einar 80.000 krónur um dagin í avgjaldi, umframt sjálva lønina, og tað varð undir ongum umstøðum góðtikið.
Tá kom rættiligur røringur í og aftur í gjár heitti politikarar á partarnar um at sessast aftur við samráðingarborðið.
Og í dag hava semingsmenninir verið í samband við partarnar, og hevur boðað teimum frá, at teir fóru at arbeiða við einum nýggjum semingsuppskotið, sum teir fóru at leggja fyri partarnar í kvøld. Hetta verður so eitt uppskot, sum partarnir so kunnu sova upp á, og so skulu teir svara eina ferð í morgin.
https://www.in.fo/news-detail/news/verkfallid-gera-eina-semingsroynd-afturat-i-kvoeld/Les eisini: Verkfallið: Gera eina semingsroynd afturat í kvøld
Óluva í Gong sigur at av tí sama hevur sjúkrahúsverkið fingið tey undantøk, tey hava biðið um og tað er galdandi til klokkan 15 seinnapartin í morgin. Samstundis gjørdu tey av, at í fyrstu syftu gjørdu tey ikki álvara av kravinum um at krevja endurgjald.
Men hon sigur, at í morgin fáa vit so at vita um tað røkkur ella støkkur. Verður semingsuppskotið góðtikið, er verkfallið av. Verður tað ikki góðtikið, stendur verkfallið við og tá verður støða tikin til, hvussu farast skal fram.
Hon sigur, at tey settu kravið um endurgjald fram fyri at leggja trýst á, tí tað er teirra fatan, at Fíggjarmálaráðið hevur bara sett seg upp afturá og í roynd og ver als ikki er áhugað at taka samráðingarnar upp aftur. Hon hon heldur, at tað riggaði, tí tað setti gongd á aftur.
Men Óluva í Gong leggur afturat, at endar royndin hesa ferð úrslitaleys, er tað ikki óhugsandi, at kravið um endurgjald verður tikið fram aftur.