Samráðingarumboðini fyri arbeiðarafeløgini fyrireika seg til semingsfundin, sum byrjaði aftur klokkan 10 í morgun

Verkfallið: Trekar samráðingar í semingsroynd

Sum skilst er talan um trekar samráðingar á Hotel Føroyum millum stríðandi partarnar á arbeiðsmarknaðinum

Samráðingarumboðini fyri arbeiðarafeløgini fyrireika seg til semingsfundin, sum byrjaði aftur klokkan 10 í morgun

Terji Sigurðsson, semingsmaður, segði í morgun við Kringvarpið, at samráðingarnar »eru rættiliga truplar«. 

Tá fólkini fóru aftur til samráðingar klokkan tíggju, vóru tey sera fáorðað, og biðin um viðmerkingar vísa øll til Terja Sigurðsson, semingsmann.

Partarnir sótu saman í gjár, og um vit skilja boðskapin og andlitsbrøgdini rætt, so er glið ikki komið á samráðingarnar.

Væntandi ferð semingsmaðurin at leggja nógv fyri at fáa eina loysn, og tí verður uttan iva talan um drúgvar samráðingar, ið sum einki kunnu halda fram um alt vikuskiftið, um ikki onkur brádlig vend kemur í.

Tað sum vit higartil vita, er at arbeiðsgevarar hava givið seg og vilja góðtaka 11 prosent, so sum vrakaða semingsuppskotið upprunaliga segði, uppskotið, sum varð vrakað og útloysti verkfallið.

 

##med2##

Sum vit skilja er kravið frá arbeiðarafeløgunum 15 prosent. Tað hava fleiri ferðir nevnt, at tað er eitt ultimativt krav, og at tey ikki vilja bakka. Tó hava tey ikki nevnt hetta við ultimativa kravinum seinastu dagarnar, sum kann merkja, at tey bakka.

Og siga vit, at tey kanska bara bakka eitt prosent, so stríðast partarnir um 4 prosent.

##med3##

Og standa arbeiðarafeløgini framvegis fast við ultimativa kravið, so verður ringt at fáa eina loysn – og so kann tað eins væl enda við, at semingsroyndin miseydnast, og so kann verkfallið halda fram í eina ella tvær vikur afturat.

Spurningurin er so, hvør parturin hevur mest upp á spæl. Men tað plagar altíð at vera soleiðis, at báðir partar slaka í einum slíkum stríðið. Enn vita vit bara, at annar parturin hevur slakað.

 

##med4##

##med5##

##med6##

 

 

Samráðingarumboðini fyri arbeiðarafeløgini fyrireika seg til semingsfundin, sum byrjaði aftur klokkan 10 í morgun

Formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag, Georg F. Hansen, og næstforkvinna, Elin K. Sørensen, á veg á semingsfundin í morgun

Jón Sigurðsson, formaður í Føroya Arbeiðarafelag á veg á semingsfundin

Sonja Jógvansdóttir var so fáorðað, at hon segði ikki eitt orð

Páll Isholm og Fróði Sigvardsen frá Semingsstovninum

Jastrid Niclasen, forkvinna, og Vónbjørt Guðjónsson, nevndarlimur, í Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag