Í sambandi við óhepnu uppsøgn landsverkfrøðingsins á jólum 1998 gjørdi Føroya Verkfrøðingafelag saman við Starvsmannafelagnum og Byggifrøðingafelagnum eina roynd at viðvirka til at fáa arbeiðsumstøðurnar á stovninum í eina rímiliga legu aftur.
Fólkið á stovninum má eisini sigast at hava gjørt sær stóran ómak av at vera viðvirkandi partur í at fáa stovnin aftur at virka. Hetta hevur víst seg í sjálvum arbeiðslagnum, har uppgávurnar eru røktar, hóast stovnurin var í andaleypi at kalla. Harafturat hava starvsfólkini gjørt eitt týðandi arbeiði við at lýsa stovnsins virksemi og at seta orð á, hvussu ein menning á stovninum møguliga kundi halda fram, hetta í tveimum ritum, sum stovnurin greiddi úr hondum í september 1999.
Fólkið á stovninum royndi eisini gjøgnum galdandi starvsfólkapolitik at ávirka setanina av nýggjum stjóra, soleiðis at ein menning av arbeiðsplássinum eftir teirra meting var best møgulig.
Fólkið hevði á starvsfólkafundi tann 7. apríl 2000 einmælt viðtikið at heita á Henning Jacobsen at søkja og geva honum sítt besta viðmæli. At umboðini fyri starvsfólkini í setanarbólkinum eisini hava fylgt hesi fundarsamtykt hevur felagið onga grund til at ivast í.
Tá ið stjóri var settur í august 2000, tók starvsfólkið - felagnum kunnugt - rættiliga væl ímóti nýsetta stjóranum.
Nýggjur stjóri varð settur í august 2000.
Á fyrsta leiðarafundi hjá nýggja stjóranum tann 21. august 2001 var boðað frá opinleika og at fólkið skuldi vera stolt av at arbeiða hjá Landsverkfrøðinginum. Hetta sama var eisini fráboðað á fyrsta starvsfólkafundi nakrar dagar seinni. Eisini var boðað frá, at ongar stórvegis broytingar vóru í væntu fyrstu tíðina.
Á leiðarafundi tann 3. oktober 2000 var uppskot 01 um munandi bygnaðarbroytingar lagt á borðið. Eingin teirra, sum hesar broytingar raktu meinast, var kunnaður um ætlaðar broytingar og høvdu tí ikki annað at halda seg til, enn fráboðanina á fyrsta leiðarafundi 5 vikur áðrenn um, at ongar broytingar vóru í væntu. Sama 3. oktober 2000 vóru hesar bygnaðarbroytingar fráboðaðar á starvsfólkafundi. Broytingarnar vóru settar í verk, sum ætlað 1. januar 2001.
Verkfrøðingafelagið varð kunnað um hesar broytingar og metti ikki, at slík framferð var gagnlig fyri arbeiðsplássið og vendi sær til løgmansskrivstovuna um málið. Løgmansskrivstovan boðaði felagnum frá, at mannagongdin var í samsvari við endamálið við starvsfólkapolitikkinum (- !).
Felagið kann í dag konstatera:
- at síðani november 2000 hava 7 av teimum 8 yngstu verkfrøðingunum, sum vóru á jólum 1998 ? allir virknir í arbeiðinum at fáa stovnin framhaldandi at virka ? søkt farloyvi sambært galdandi sáttmála
- at ein limur felagsins er beinleiðis trýstur út úr tí starvsætlan, sum eftir lýsing og starvssetan í 1998 var avtalað
- at ein annar limur felagsins er beinleiðis frystur úti úr tí virkisøki, sum hann nú í búnum aldri hevur røkt í yvir 20 ár
- at royndir hjá starvsfólki at ávirka gongdina sambært galdandi starvsfólkapolitikki verða uppfatað sum at mótarbeiða stjóranum
- at ein triði limur felagsins hevur fingið eina ávaring, sum felagið heldur at lítið høpi er í, og hevur átalað.partvíst ber boð um, at leiðslan stýrir við slatri og gitingum og partvíst ber boð um, at stjórin í einkultum føri áleggur leiðara stjórauppgávur. Eisini ber hendan ávaringin boð um, at stjórin savnar saman slíkt, sum hann ikki metir verða rætt og nýtir til lóður, tá ið hann heldur tíðina vera búna at skjóta, heldur enn til konstruktiva menning, meðan tað er aktuelt
- at truplar uppgávur verða brúktar til at lasta einstakar medarbeiðarar hjá stovninum við heldur enn til at hjálpa at loysa tær
- at øll leiðslan frá stjóra yvir aðalstjóra, landsstýrismann, løgmansstjóra og løgmann eru kunnaði um kenna viðurskiftuni
Føroya Verkfrøðingafelag hevur ikki ábyrgd av at fáa ein stovn undir landinum at virka. Felagið virðir leiðslurættin hjá landsstýrinum og fer ikki at leggja seg út í, hvussu hesin verður røktur.
Men Føroya Verkfrøðingafelag hevur skyldur í sambandi við onnur áhugamál.
?????????????????????????????????????
Yvirlýsing frá Føroya Verkfrøðingafelag
Um arbeiðsumstøðurnar hjá Landsverkfrøðinginum:
Føroya Verkfrøðingafelag hevur skyldu at kunna limir sínar um arbeiðsumstøðurnar, soleiðis at verkfrøðingar verða ávaraðir um arbeiðsviðurskiftuni, áðrenn søkt verður um arbeiði sum verkfrøðingur hjá stovninum.
Føroya Verkfrøðingafelag hevur síðani trupulleikarnir stungu seg upp roynt at hjálpa limum sínum og annars at ávirka arbeiðsumstøðurnar á stovninum til tað betra, hetta við samskifti við stjóran, Vinnumálastýrið, landsstýrismannin, Løgmansstjóran og løgmann, men til fánýtis.
Felagið kennir tað tí sum sína skyldu, at kunna sínar limir um arbeiðsviðurskiftuni, áðrenn søkt verður um arbeiði sum verkfrøðingar hjá stovninum.
Felagið metir ikki arbeiðsumstøðurnar hjá limum sínum, sum starvast hjá Landsverkfrøðinginum, eru virðiligar og gagnligar.
Felagið metir umstøðurnar óvirðiligar bæði fyri teir limir, sum eru settir út í ?kuldan? og fyri teir limir, sum óbeinleiðis ? og í flestu førum helst eisini uttan sjálvir at vilja tað - eru við til at gera arbeiðsumhvørvið hjá starvsfeløgum ótolandi. Felagið metir eisini arbeiðsumstøðurnar hjá Landsverkfrøðinginum vera lítið gagnligar hjá limum sínum í sambandi við persónligar menningarmøguleikar innan verkfrøðifakið.
Felagið vil við hesum ávara kunna limir sínar um ivasomu arbeiðsviðurskiftuni hjá Landsverkfrøðinginum, og heita á tann, sum møguliga søkir starv hjá stovninum, at seta seg inn í arbeiðsumhvørvið á stovninum, áðrenn tikið verður við setan.
Tíverri má felagið í dag staðfesta, at tað onga ávirkan hevur havt á gongdina higartil. Hóast hetta ætlar felagið framhaldandi at virka fyri betri arbeiðsumstøðum hjá limunum.
Soleiðis sum umstøðurnar eru, kann limur ikki rokna við at felagið fær gjørt stórvegis, um hann verður útsettur fyri tí, sum líkist ?chikanu?, men sum tó ikki er beinleiðis lógarbrot.
Um umstøðurnar í byggivinnuni:
Føroya Verkfrøðingafelag hevur sum áhugafelag ein ótta fyri, hvussu umstøðurnar í byggivinnuni fara at hátta sær tey næstu árini, serliga havandi í huga, at øll byggiumsiting hjá landinum at kalla nú ætlandi verður stýrd undir Landsverkfrøðinginum. Ábendingar eru longu um, at fyritøkur velja at tiga heldur enn at gera síni krøv galdandi í sambandi við útbjóðingar.
Felagið óttast, at tær umstøður, sum nú hava gjørt, at fleiri av limunum velja Landsverkfrøðingin frá, seinni fáa ávirkan á arbeiðsumstøður í ráðgevandi vinnu, entreprenørvinnu og aðrari vinnu, sum hevur tilknýti til stovnin.
Felagið vil tí heita á tann politiska myndugleikan um at gera sítt til, at umstøðurnar í byggivinnuni gerast rímiligar.
Limir eru vælkomnir at venda sær til felagið.
Nevndin í Føroya Verkfrøðingafelag
15. mai 2001
???????????????????????????????????????
Til Løgtingsins Umboðsmann
Til kunningar verður við hesum send skjøl o.a. í sambandi við arbeiðsumstøðurnar hjá limum felagsins, sum starvast hjá Landsverkfrøðinginum.
Við tað at júst arbeiðsumstøður hjá fólki eru týðandi partur í tí vit nevna rættartrygd og trivnaður, sendir felagið hesi skjøl til tygara kunnleika, soleiðis at tygum sjálvur kunnu meta um, hvørt tað hevði verið gagnligt við einhvørjum tiltaki, sum kann vera við til at bøta um arbeiðsviðurskiftuni á summum arbeiðsplássum undir landinum.
Tað er helst trupult at tryggja eitt gott og gagnligt arbeiðsumhvørvi við lóg. Spurningurin er so, um tað lóggevandi valdið við síni eftirlitsfunktión kann vera við til at tryggja arbeiðsumstøðurnar hjá teimum, sum starvast undir karmunum á løgtingsins fíggjarlóg og á tann hátt fáa í lag eitt slag av ?rættartrygd? eisini á tí økinum.
Tað er helst eisini trupult at tryggja eitt gott vinnuligt arbeiðsumhvørvi við lóg. Landsverkfrøðingurin er ein týðandi partur av føroyskari byggivinnu ? og skal sambært ætlan verða at kalla einasti keypari av byggivinnuligum tænastum, sum verða fíggjaðar yvir løgtingsins fíggjarlóg. Í sambandi við at fleiri verkfrøðingar velja at fara frá Landsverkfrøðinginum, kann tað hugsast, at menniskjaligir veikleikar í leiðsluni hjá stovninum eru við til at ?forfylgja? teimum, sum ?gjørdu malør?. Fyritøkur, sum krevja sín rætt, kunnu eisini fáa tað heiti, at tær gera ?malør?.
Spurningurin er so, um tað lóggevandi valdið við síni eftirlitsfunktión kann vera við til at tryggja arbeiðsumstøðurnar hjá fyritøkum. Ábendingar eru longu um, at fyritøkur velja at tiga heldur enn at gera síni krøv galdandi í sambandi við útbjóðingar.
Føroya Verkfrøðingafelag er altíð til reiðar at vera viðvirkandi partur í eini konstruktivari gongd, um eitthvørt tiltak verður sett í verk, men takkar annars í forhond fyri vælviljaða umhugsan av omanfyrinevndu spurningum, sum sendir eru til tygara kunnleika ? ikki sum kæra.
Vinarliga
Suni Joensen, formaður