Ólavsøkuframsýningin hevur verið fastur táttur síðani 1948, tá Listafelag Føroya av fyrstan tíð skipaði fyri henni. Líka síðani hevur hendan framsýningin hjá Listafelagnum givið afturljóð í føroyska listaheiminum og hevur givið royndum, eins og óroyndum listafólki, møguleikan at sýna fram nýggjastu verk síni.
Listakvinnan Alda Mohr Eyðunardóttir er í ár kurator av sýningini, ið berur heitið SPRUTT, og tykist hendan at vera spennandi og nakað øðrvísi enn tær, ið hava verið frammanundan. Alda hevur valt út nøkur listafólk at luttaka, og hevur hon sostatt sett saman eitt víðfevnt toymi av listafólki, ið hvør sær fáast við sera fjølbroytta list.
Fernisering verður á Listasavninum tann 28. juli klokkan 15, og vit hava tosað Dan Helga Helgason í Gong, ið er eitt av listafólkunum, ið skal sýna fram á ólavsøkuframsýningini.
Hvat slag av list hevur tú við í sýningini í ár?
– Eg havi eina konseptuella ljóðinstallatión við.
Er nakar serligur boðskapur ella ávíst evni, ið verður viðgjørt við verkinum?
– Verkið er politiskt og sipar heilt víst til støðuna í Palestina, samstundis eru tankarnir handan verkið føroyska støða, tá ið tað kemur til hernaðarligt samstarv við t.d. USA og NATO.
– Í installatiónini hjá mær er ljóð ímyndin av kúgan, soleiðis sum Ísrael kúgar palestinar, og soleiðis sum lítlar tjóðir meir ella minni vera trýstar til at vera við í hernaðarligum virksemi hjá stórveldum.
Hvussu er at vera við í ólavsøkuframsýningini?
– Eg var við í ólavsøkuframsýningini í 2017. Tað eru longu sjey ár síðani, so tað er kanska ein eitt sindur serlig kensla at vera við aftur í ár.
Hvat gleðir tú teg serliga til at uppliva við sýningini í ár?
– Tað verður spennandi at síggja, hvat øll listafólkini sýna fram í ár. Har eru nógvar ymiskar listagreinar umboðaðar við bæði nýggjum og gomlum andlitum.