Íverksetan í fólkaskúlanum

10. flokkar í landinum hava í morgin møguleika at fara á íverksetaraskeið við Gjógv. Við á skeiðnum verður m.a. 21 ára gamli eigarin av Paintball Føroyar, Evald Johannesen Hugsa nýtt og hugsa sjálvstøðugt. Hetta eru lyklaorðini handan slóðbrótandi dagin, sum Íverksetarahúsið nú hevur bjóðað út til nakrar av 10. flokkunum í landinum.

Endamálið við degnum er at kveikja áhugan fyri íverksetan longu í fólkaskúlanum og verður dagurin skipaður sum eitt slag av sonevndum ?Innovation Camp?, har næmingarnir fáa møguleika at hitta ung fólk, sum hava skapað sær royndir innan íverksetan - eins væl og næmingarnir eisini sjálvir sleppa at royna hugflogið við avbjóðingum, sum varpa ljós á nýhugsan á ein sjálvstøðugan hátt. Við hesum avbjóðingum ynskir Íverksetarahúsið, at næmingarnir læra at samstarva, læra at skilja týdningin av at skapa rætta netverkið og at teir fáa eina fatan av fíggjarheiminum í dagsins samfelag.

Hetta er fyrstu ferð, at skipað verður fyri tílíkum átaki og skal dagurin metast sum ein forverkætlan, sum seinni skal gerast grundarlag undir einum miðvísum arbeiðið fyri veruliga at fáa íverksetan inn um skúlagáttina longu í fólkaskúlanum.

Umleið 80 næmingar verða við á degnum, sum verður hildin á Gjáargarði tann 15. mai.

Tey, ið koma at luttaka skránni eru DJ Mrs Duplo, sum eisini er íverksetari fyri G!, MESS og Undirbeat, 21 ára gamli Evald Johannesen stovnari av Paintball Føroyar, Jákup Veyhe frá Filmsverkstovuni Klippfisk, Regin Dalsgaard, stovnara av Globi SMS, umframt leiðarin av Íverksetarahúsinum, Rani Nolsøe. Harafturat fer Gunnar Nolsøe at skipa fyri vinnuligari spurnarkapping, og Boys In A Band fara at spæla.