Í øðrum framkomnum londum er man tilvitaður um, at íverksetan hevur stóran týdning fyri máttin og vøksturin í búskapinum. Spurningurin er til umrøðu í Miðlahúsinum týskvøldið Til dømis í londum sum Íslandi, Danmark, Írlandi og USA verða fólk frá barnsbeini eggjað til at gerast íverksetarar og lagt verður í tey, at íverksetarar eru slóðbrótandi og fyrimyndir.
Í Føroyum hevur man frá politiskari síðu ikki gjørt stórvegis við hesi viðurskifti, men nú verður fokus sett á evni í Miðlahúsinum týskvøldið 18. desember klokkan 19.30, skriva fyrireikararnir í tíðindaskrivi.
Skráin sær soleiðis út: Elin Rønnemoss Ellefsen, stjóri í Livingskills. heldur fyrilestur um at vera føroyskur íverksetari í Danmark. Herundir, hvørji politiks tiltøk danska stjørnin hevur lagt seg eftir fyri at skapa karmar fyri danskar íverksetarar.
Eftir hetta verður kjak. Í pallborðinum sita: Marita Rasmussen, komandi stjóri í Vinnuhúsinum, Regin Dalsgaard íverksetari, Niels Mortensen, stjóri í P/F SMS og Kitty May Ellefsen, nevndarforkvinna í Íverksetarahúsinum og forkvinna í strategi 2015 um íverksetan.