Vinnukronikkin
Signar P. Heinesen
Tað er at fegnast um, at vit endiliga hava fingið íverksetan á breddan í politiska kjakinum – hóast tað eru eini 15-20 ár síðani tað átti at verið gjørt. Uppgávan er tí vorðin hesi 15-20 árini tyngri at lyfta.
Hóast tað er bæði neyðugt og gagnligt at brýna meiningar móti hvør aðrari, skulu vit vanda okkum um orðini. Tað er so skjótt at bróta meira niður enn tey klípi ein megnar at leggja afturat. So sein vit eru á sjóvarfallinum eru ikki stundir at brúka orkuna til smáligt kegl um slíkt, sum í strategiskum høpi á donskum máli verður nevnt “gensidig strandhugst”. Har er ríkiligt av viðkomandi uppgávum at gera fyri allar hendur.
Íverksetan
Hetta er nærum vorðið eitt gandaorð. Men hetta merkir ikki annað enn at seta føtur undir egið virki – ein veruleiki, sum at kalla allur tann føroyski búskapurin hevur hvílt á heilt fram til nýtiárini. Íverksetarin er bæði ungur og gamal – og tað, sum er í miðjuni. Íverksetarin er kallur ella kvinna. Íverksetarin hevur eitt hugskot ella gevur sítt íkast, har onnur hava traðkað slóð. Íverksetarin stendur við endaligari ábyrgd fyri síni úrkomu og er tað øvugta av lønmóttakaranum. Tað nýggja er, at Føroyar eins og so nógv onnur samfeløg hava fingið so nógv lønmóttakarastørv. Samstundis økjast krøvini til nýskapan á flestu økjum.
Íverksetan og ráðgeving
Sum tað so mangan hendir í sambandi við broyttar tíðir, eru fólk skjót at seta loysnir á uppgávur, sum enn ikki eru framsettar. Soleiðis eisini í sambandi við íverksetan. Tey flestu, sum koma við sínum íkasti um íverksetan, vísa á ein ella annan hátt á ráðgevingartørvin hjá íverksetaranum. Tað er neyvan tilvild, at hetta mangan eru fólk, sum sita í føstum starvi ella sum á einhvønn hátt fáa part av síni politiskt ásettu úrtøku av – at ráðgeva íverksetarum. Um tann politiskt ásetta úrtøkan er úr landskassanum, kommunukassa ella privatum kassum er í hesum sambandi óviðkomandi.
Men veruleikin, sum eg kenni hann, er, at tann ráðgeving, sum íverksetarin hevur fyri neyðini, verður latin fullgott frá løgfrøðingum og grannskoðarum fyri yvirkomuligan kostnað. Setir ein seg ikki føran fyri at gjalda hesar upphæddir, haldi eg ikki, at íverksetanin hevur lív lagað kortini. Harvið ikki sagt, at eitt skeið, íverksetaradagar o.a. ikki er gott og hugvekjandi.
Harafturat skulu almennu myndugleikarnir, sum varða av partafelagsskipanum, Skrásetingin, TAKS o.o. fáa tað skoðsmál, at mínar royndir eru stak góðar og lítil orsøk er til at brúka orku til umvegis kunningar hesum viðvíkjandi.
Íverksetan og prosjekt
Smiðjurin hevur brúk fyri eini smiðju, skal nakað smiðjuarbeiði spyrjast burturúr. Á sama hátt hevur íverksetarin brúk fyri einum umhvørvi. Ein kjarni í hesum umhvørvi er “prosjektið”. Uttan prosjekt er íverksetaranum ikki lív lagað. Her er tað, at eingin er føddur við kynstrinum. Tað er ikki ein spurningur um ráðgeving – tað er ein spurningur um at luttaka í prosjektum á líka fót við onnur og at skapa lívfør prosjekt.
Tá ið tað mangan verður sagt, at íverksetarin hevur eitt hugskot, liggur tað eisini í tí, at viðkomandi sjálvur skal standa á odda fyri prosjektinum, hóast tað er fyrstu ferð viðkomandi fæst við prosjekt. Meginreglan átti at verið tann øvugta. At tann óroyndi luttekur í prosjektum, sum onnur standa fyri.
Ynskja vit at stimbra íverksetan, er tann størsta uppgávan at skapa lívfør prosjekt, at savna kreftur til tess at gjøgnumføra hesi prosjekt. At fáa eina og eina perlu á snórin og royna sum frægast at snórurin verður ikki kliptur av á leiðini. Váðin veksur fyri hvørja perlu, sum vit fáa á snórin, inntil hann vísir seg lívføran.
Spurningurin um hvønn týdning íverksetan hevur fyri føroyska búskapin liggur í, hvussu prosjekt verða tilskorin – hvørji mál sett verða. Seta vit okkum málið at stovna eina hárfríðkanarstovu í kapping við eina aðra í somu bygd, tá er samfelagsligi týdningurin avmarkaður til effektivisering og dagføring. Seta vit okkum mál út í heim – og nøkur teirra hepnast, tá kann týdningurin gerast avgerandi fyri føroyskan búskap. Tí hevur tað týdning, at tað ber til at byggja prosjekt upp, sum seta málini høgt, og sum hava felags áhuga.
Íverksetan og samstarvskervi
Vit hava í Føroyum tvey átøk, sum hava til endamáls at vera eitt umhvørvi fyri íverksetarar. Annað er Bitland, sum er skipað sum partafelag, og sum verður rikið á handilsligum grundarlagi. Hitt er Íverksetarahúsið í Klaksvík, sum verður rikið sum eitt íverksetarahús eftir einum leisti, sum er vælkendur aðrastaðni. Harafturat hava vit Samvit, sum partvíst er sprottin úr gomlu Menningarstovuni.
Hvør av hesum eindum hevur sín leiklut. Sum Elin sigur tað – eitt útilokar ikki hitt. Men tað er neyvan leiðin framá at økja talið av sama slag eindum. Okkum tørvar eina savnandi skipan, sum kann verða eitt samstarvskervi undir teim menningartilgongdum, sum skulu til fyri at uppbyggja prosjekt, velja frá, royna, velja frá enn einaferð, fyri síðani at seta á til tess at røkka málinum í teim prosjektum, sum onkursvegna seta málini høgt og hava felags áhuga.
Sæð frá hesum sjónarhorni gerst tað týðuligt, hví tað ikki er íverksetaranum, sum tørvar ráðgeving – í hvussu so er ikki slíkari ráðgeving, sum onkur hissini “íverksetararáðgevi” megnar at geva. Íverksetaranum tørvar eitt kervi, eitt støði, rímiliga fastar mannagongdir, mátar at gera avtalur, mátar at handfara váða, mátar at handfara prosjekt o.s.fr. Tað merkir í praksis, at tað eru serliga tveir partar, sum tørva “ráðgeving”: fíggjarkervinum og almennu umsitingini!
Slíka “ráðgeving” ber snøgt sagt ikki til at geva sum vanliga “konsulent-tænastu”. Tann læruprosessin, sum vit øll skulu ígjøgnum, gerst bert við royndum í felag. Tað er ígjøgnum felags átøk, felags prosjekt, felags læruprosessir, vit brýna amboðini, brýna meiningar og metingar, skapa hóskiligar mannagongdir og flyta okkara egna hugburð.
Íkastið, sum íverksetan gevur framum lønmóttakarastørv, er, at íverksetanin hevur innbygt váðan í sjálva grundtilveruna.
Íverksetan og vitanarkervi
Vitan er mest týðandi tilfeingi í einum prosjekti sum hevur víðfevndan áhuga nú á døgum. Vitan er so mangt, men serliga er tað rætt tilskorin vitan á rætta stað til røttu tíð. Skal ein flyta tøka vitan við neyðugu eyðkennunum, er neyðugt hjá persónum at hava bygt upp persónligar relatiónir, sum gera tað møguligt at skapa tað, sum á donskum leiðslumáli verður nevnt “psykologiskt bindende kontrakter” – Evnini at fáa uppgávur at verða felags, evnini at seta felags stevnu. Hetta krevur m.a. eitt fjølbroytt samskifti, bæði innanlands og uttanlands.
At vitan er rætt tilskorin merkir í flestu førum, at hon bæði er tøk í almennum líki, soleiðis sum vit lesa hana í lærubókum, og at hon er tøk í tillagaðum líki, soleiðis sum vit kunnu nýta vitanina í tí serstaka førinum.
Skal eg geva mítt skoðsmál um vitanarkervið í Føroyum, so er mín fatan, at tað er pettað sundur í smástykkir tey seinastu 15-20 árini og má byggjast upp aftur petti fyri petti, stykki fyri stykki. Hetta er ikki hissini uppgáva, sum bæði Íverksetarahúsið, Bitland og Samvit kunnu royna at geva sítt íkast til – og tað verður, sum nevnt, gjørt við persónligum relatiónum, hvørki “netverkum” ella “portalum”. Ein persónlig relatión er í hesum sambandi ein relatión millum tveir persónar, sum hava verið við til at gjøgnumføra eitt felags prosjekt. Um prosjektið hepnaðist betur ella verri er ikki so avgerandi. Relatiónin er skapt um samskiftið hepnaðist.
Íverksetan og tað almenna
At rokna við, at tað ber til at menna føroyska vinnu uttanum tað almenna er tokut tala. Miðvingurin kann ikki siga, at honum tørvar ikki landsvegin, men kann røkja sínar uppgávur við kommunalu vegunum hjá Miðvágs Kommunu eina. Almenna umhvørvið telur størru helvtina av føroyska búskapinum og eitthvørt prosjekt at kalla, hvussu lítið tað er, kemur á ein almennan leikara á leiðini. Í mongum førum hava almennu leikararnir eisini eitt avgerandi orð at siga. Tað kemur tí meir enn so fyri, at tann almenni leikluturin verður at kvetta perlurekkjuna heldur enn at stimbra.
Tá ið Samvit hevur fingið til uppgávu at samskipa føroyska íverksetan og ráðgeva í tí sambandi, er spurningurin tí, um orkan ikki er væl farin, um hon vendi sær til tað almenna sjálvt. At Samvit setti sær fyri at ráðgeva almennum leiðarum og almennum ráðum og stovnum, hvønn týdning teirra leiklutur hevur í sambandi við menningarátøk – og kanska eisini at tala íverksetarinnar søk í sambandi við serstøk menningarátøk. Sjálvur meti eg hetta sum mest týðandi snávingarsteinin fyri íverksetan í Føroyum í dag.
Íverksetan og leiðsla
Íverksetan er leiðsla á høgum støði. Sjálvt tann eyðmjúkasti útróðrarmaðurin í smábygdini hevur mangan drúgvar og fjølbroyttar leiðsluroyndir, sum fleiri enn ein stjóri á størri fyritøkum kunnu hyggja langt eftir. Sjálvt stórar fyritøkur í menning við stórari eginogn kunnu seta minni krøv til leiðsluna enn eitt lítið virki í menning. Hinvegin kunnu eisini almenn átøk seta stór krøv til leiðsluna. Tað er ikki støddin á virkinum, talið av starvsfólki, alment ella privat, sum telur, tá ið um leiðsluorku ræður. Tað veldst um, hvørji málini eru samanborið við útgangsstøðið. Íverksetan er júst eyðkend við høgum málum, sum standa á einum veikum útgangststøði. At byggja upp ein strategiskan grundvøll er mangan mest krevjandi uppgávan.
Tí er tað av alstórum týdningi at leiðslulæran – ikki kynstrið at leiða – at leiðslulæran verður viðgjørd bæði ástøðiliga og í tí einstaka virkinum í tí einstaka prosjektinum og í tí einstaka førinum. At vit brýna, andøva ímóti, meta og kjakast um, hvar júst hendan royndin hoyrir heima í leiðslulæruni. Á sama hátt, sum smiðjurin hevur sína skjótilæru, soleiðis hevur íverksetarin leiðslulæruna at styðja seg við.