Íverksetarabólkur í Vágum fokus á kommunusamanlegging

Kjakfundur hevur verið í Bygdarhúsinum í Miðvági í kvøld, har nærdemokrati hevur verið høvuðsevnið. Stigtakari er íverksetarabólkurin í Vágunum Umboð fyri íverkstarabólkin greiddu frá, at tað er týdningarmikið at varpa ljós á fyrimunir og vansar við kommunusamanlegging. - Tað er av týdningi, at vit fáa kjakið um kommunusamanlegging í gongd, serstakliga tá kommunuvalið stendur fyri framman, og landspolitikarnir hava ætlanir um at minka um kommunutalið, siga umboð fyri íverksetarabólkin.

Bjørg Jacobsen, etnologur, og Beinta í Jákupsstovu, stjórnmálafrøðingur, greiddu frá hugtakinum nærdemokrati, og á hvønn hátt nærdemokrati ávirkar borgararnir. Nærdemokrati snýr seg um, hvussu væl politikarnir megna at kunna borgararnar, og taka borgararnar við uppá ráð í týðandi málum, sigur Beinta í Jákupsstovu.

Tær greiddu frá, at fyrimunir og vansar eru við kommunusamanlegging, og tað er sera umráðandi, at kommunalu politikararnir gera sær greitt, hvørja leið teir vilja ganga, áðrenn kommunurnar velja at leggja saman.

Eitt nú kann talan verða um staðbundnar nevndir, har hvør bygd hevur ein nevnd, ið kann umboð teirra øki og sermál. Hetta kann verða ein fyrimunur, greiður Bjørg Jacobsen frá, tó kann tað tykjast trupult at taka avgerð um hvør bygd skal hava staðbundna nevndir. Taka vit Vágarnar sum dømi, kunnu vit spyrja, hvør bygd skal verða miðstaður fyri Vága kommunu. Skal miðstaður verða í Miðvági, er áhugavert at gera sær hugsanir um, um Sandavágur og Sørvágur, ið eru á stødd við Miðvág, skulu hava staðbundnar nevndir, sigur Bjørg Jacobsen.

Meira verður at lesa um hetta í Sosialinum fríggjadagin.