Tað kravdi trygd í húsunum hjá vermammuni, tá Barry Fry vildi bjargað Peterborough frá at fara á húsagang í 2006. Fry hevði sjálvur sprænt nógvan pening í felagið, men hetta munaði ikki nóg nógv, og tá hann ikki megnaði at veita trygd fyri fleiri lánum, veðsetti hann húsini hjá vermammuni. – Tað var mikið lætt. Eg segði einki sum helst við hana, sigur Barry Fry um støðuna, sum ivaleyst kuni skapt rok í heiminum. Fry er í dag ítróttastjóri í Peterborough.