Verri at búgva í Danmark

Sambært einari frágreiðing hjá ST er tað ikki so gott at búgva í Danmark nú sum fyri einum ári síðani. Noreg er heimsins besta land at búgva í. Á einum yvirliti, sum ST kunngjørdi í fjør, var Danmark tað 15. besta landið í heiminum at búgva í. Nú hevur ST kunngjørt ein nýggjan lista, og har er Danmark dottið eitt pláss niður.

Tað merkir millum annað, at Danmark er farið niður um lond sum Spania og Eysturríki. Eins og í fjør er Noreg aftur á fyrsta plássi í ár framman fyri Avstralia og Ísland. Niðast eru Niger, Afghanistan og Sierra Leone.

Yvirlitið hjá ST er millum annað bygt á livialdur, útbúgving og inntøku hjá tí einstaka.