Fiskiskapurin undir Føroyum hevur verið verri í ár enn hann var í fjør. Tað vísir ein uppgerð hjá hagstovuni. Í 11 mánaðir í fjør fiskaðu føroysk skip 68.913 tons, men í ár hava tey fiskað 64.421 tons. Tað er ein afturgongd á 4.493 tons, ella 6,5 prosent.
Sum heild hevur fiskiskapurin eftir vanligum botnfiski annars staðið í stað. Í januar til november í fjør vórðu 43.784 tons av botnfiski fiskað undir Føroyum, men higartil í ár er fiskiskapurin 277 tons verri.
Men fiskiskapurin eftir tosko er batnaður 811 tons og kom upp í 9.485 tons í ár, men afturfyri er fiskiskapurin eftir upsa, versnaður 2.494 tons, niður í 21.120 tons í januar til november í ár. Annars eru 1.345 tons fleiri fiskað av øðrum botnfiski í ár og hann hevur sostatt verið 9.929 tons í ár. Hinvegin hevur avreiðingarvirðið verið 628.810.000 krónur higartil í ár og tað eru 6,6 prosent meiri enn í fjør.
Prísurin á toski, hýsu hevur verið ein fjórðing betri í ár enn í fjør og prísurin á øðrum botnfiski hevur verið næstan ein triðing betri í ár. Hinvegin er prísurin á upsa fallin 9,1 prosent.
|