Stóri vøksturin í flutninginum um flogvøllin í Vágum sæst eisini aftur hjá føroyska flogfelagnum.
Atlantsflog flutti í fjør 10 prosent fleiri ferðafólk á sínum farleiðum sammett við 1999.
Samlaða ferðafólkatalið fór úr 82.000 og upp í 91.000 í 2000.
- Hóast vit høvdu vónað ein enn størri vøkstur, eru vit nøgd við hendan vøksturin, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantsflog.
Men hóast nógv fleiri ferðafólk, merkir tað ikki størri avlop og fleiri pengar í kassan.
- Enn er ov tíðliga at siga, hvat úrslitið hjá felagnum verður. Vit rokna við verri úrsliti í fjør enn í 1999, men vit hava hóast tað avlop, sigur Magni Arge.
Hørð prískapping
Tað eru fleiri orsøkir til, at úrslitið hjá Atlantsflog verður verri í fjør enn árið fyri.
Brennievnið kostaði felagnum tvífalt so nógvar pengar sum árið fyri, og so hevur økta prískappingini eisini havt ávirkan.
- Í fjør fall miðalinntøkan fyri hvørt ferðafólk, tí kappingin um prísirnar var størri, enn hon plagar at verða, og útreiðslurnar av flúgvingini vóru samstundis størri, sigur Magni Arge.
Atlantsflog og Maersk høvdu stór prísátøk bæði um vári og um heysti, og hetta fekk eisini fleiri fólk at ferðast. Men prísinir vóru ikki teir somu, sum teir plaga at vera, og tí vóru hesi átøk ikki so gevandi, sum tey høvdu verið við vanligu prísunum.
Skerja túratal
Atlantsflog legði eisini meira fyri á øðrum farleiðum, enn teirri mest nýttu millum Danmark og Føroyar. Atlantsflog gjørdi fleiri túrar til Noregs, Ísland og Skotland, og føroyska felagið byrjaði eisini at flúgva millum Aberdeen og Keypmannahavn.
Men í vetur hevur Atlantsflog aftur skert í túrunum á hesum farleiðum, tí grundarlag hevur ikki verið fyri meira flúgving, og serliga millum Aberdeen og Keypmannahavn hevur undirtøkan verið lítil.
- Vit eru eitt lítið felag, og tá vit flúgva millum teir útlendskar býir eru vit so evarska lítlir, at vit eru næstan ikki til staðar í Aberdeen, sigur Magni Arge.
Fleiri prísátøk
At stór prískapping er á farleiðini millum Vágar og Keypmannahavn ger, at fólk ein fittan part av árinum kunnu ferðast munandi bíligari enn vanligt millum Føroyar og Danmark.
- Tann føroyski marknaðurin er ein avmarkaður marknaður, og nógva ferðingin millum Føroyar og Danmark ger, at vøksturin á leiðunum til Íslands, Noregs og Skotlands er minni, sigur Magni Arge.
Men hóast hetta skulu fólk rokna við, at Atlantsflog eisini í ár fer at hava onkur prísátøk. So leingi sum átøkini hava við sær fleiri ferðafólk, er meining í at halda fram við teimum.
- Enn hava vit ikki avgjørt, nær og hvussu hesi átøk verða, men mest upplagt er sjálvandi at gera okkurt í tí tíðini, tá ferðingin vanliga ikki er so nógv, sigur stjórin á Atlantsflog.