Komandi dagarnar verður lítið av vindi, men um vikuskifti verður væntandi stormur.
Mánadagin verður andøvsgul upp í ein strúk av landnyrðingi og sólglottar, men kanska okkurt æli. Hitin millum frostmarkið og trý hitastig. Týsdagin verður andøvsgul upp í ein strúk av norði og útnyrðingi og kavaælingur, men eisini sólglottar. Hitalagið millum frostmarkið og trý hitastig.
Mikudagin verður eitt lot av ymsum ættum, turt og sólglottar, men seinnapartin frískar hann vindin av landsynningi, men væntandi turt. Hitin millum eitt og fýra stig.
Hósdagin verður skrið ella stormur av útsynningi og ælingur, fríggjadagin skrið ella stormur av vestri og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum sjey og ellivu stig.