Vertirnir eru favorittar

Í Portugal eru øll á gosi undan EM-finaluni sunnudagin, har heimaliðið skal dystast við sensatiónsmanningina úr Grikkalandi um Evropameistaraheitið í fótbólti 2004.

At EM-finalan í ár kom at verða millum Portugal og Grikkaland, vóru tað neyvan nógv, ið høvdu spátt frammanundan. Portugal taldist millum favorittarnar aftaná lond sum Frakland, Italia og Spania, meðan Grikkaland hevur tikið øll á bóli.

Scolari hevur dirvið
Í fyrsta dystinum í EM-endaspælinum vóru tað júst Portugal og Grikkaland, ið dystaðust. Tann dystin vann Grikkaland heldur óvæntað 2-1, og tað fall ikki í góða jørð hjá portugisiska landsliðsvenjaranum, Luis Scolari, og hann broytti beinan vegin upp á liðið. Í mun til fleiri av sínum undangongumonnum hevur Scolari dirvið til at koyra stórar stjørnur út á beinkin, um teir ikki spæla nóg væl eftir hansara tykki, og tað var júst tað, ið hann gjørdi. Kend nøvn sum táverandi liðskiparin Fernando Couto og Manuel Rui Costa blivu avsettir, og eitt nú fekk Deco møguleikan sum spælskipari í staðin fyri Rui Costa. Hetta skuldi skjótt vísa seg at verða skilagott, tí síðani tá er portugisiska liðið blivið betur og betur fyri hvønn dyst.

Grikkar hava einki at tapa
Mótstøðuliðið hjá Portugal í finaluni, Grikkaland, er fullkomiliga óvæntað komið so langt í kappingini, og tí hava teir einki at tapa. Liðið tykist verða ein væl samansjóðað eind uttan tær stóru stjørnurnar, sum til dømis tað portugisiska liðið hevur.
Í finaluni noyðist Grikkaland at verða sterka miðvallaran Karagounis fyriuttan, tí at hann er leikbannaður. Týski venjarin hjá Grikkalandi, Otto Rehagel, er ein taktiskur meistari, og ein tann størsta dygdin hjá grikska landsliðnum er, at teir eru so ómetaliga væl skipaðir.
At grikkar verða við undirlutan á áskoðaraplássunum til finaluna sunnudagin, er neyvan nakað ivamál, men spurningurin er so, um teir eisini verða tað á vøllinum. Um tað verður Portugal, ið vinnur evropameistaraheitið, so er heilt vist, at tað verður veitsla í portugisisku gøtunum í fleiri dagar. Vinnur Grikkaland hinvegin, verður Otto Rehagel helst útnevndur sum ein nýggjur grikskur gudur.