Vertsjóðirnar standa seg altíð

Bólkur H:
Japanar halda enn fast um siðvenjuna, at vertstjóðirnar altíð koma víðari, og Russland liggur longu nú væl fyri

HM-fótbóltur

Tað hevur verið siðvenja, at vertstjóðirnar í HM altíð standa seg væl. Undan hesi kappingini varð roknað við, at henda siðvenja kanska fór at punktera, men úrsltini higartil hava tó ikki givið ábendingar um, at so fer at verða.
Japan gav nevnliga Beliga ein sera skarpan gang í sínum fyrsta dysti. Eftir ein fyrra hálvleik, har ikki serliga nógv hendi, kom veruliga ferð á seinna umfarið.
Alt byrjaði við einum framúr góðum málið, tá Marc Wilmots saksaparkið í bóltin í netið. Japanar svaraðu alt fyri eitt aftur, og brádliga vóru teir frammanfyri, tá Arsenal leikarin, Inamoto, fór sjálvur ígjøgnum belgisku verjuna. Reyðu devlarnir fingu tó bjargað sær annað stigið, og halda tí framvegis fast í vónini um at vinna seg víðari úr bólkaspælinum.

Russland er væl fyri
Framman undan hesum dystinum høvdu Russlan og Tunis sett hol á bólkin. Hóast teir máttu bíða fram til seinna hálvleik, so er neyvan nakar, sum av røttum kann siga, at russiski sigurin ikki var uppiborin. Til tíðir var talan um maskinfótbólt av besta slag, har afrikanarnar runnu runt í russisku kombinatiónunum.
Yegor Titov og Valeri Karpin, sum báðir hava verið millum málskjúttarnir móti Føroyum skutu russisku málini.

Úrslit:
Japan-Belgia 2-2 (0-0)
0-1: Marc Wilmots, 57
1-1: Takayuki Suzuki, 59
2-1: Junichi Inamoto, 68
2-2: Peter Van der Heyden, 75

Rusland-Tunis 2-0 (0-0)
1-0: Yegor Titov, 59
2-0: Valeri, 55