Jógvan Arge, formaður í mentamálanevndini í Havn
-------------------
Tað er gott, at nakað nú hendir við Tórsvølli. Tað er eisini gott, at Fótbóltssamband Føroya og Tórshavnar býráð hava funnið eitt stev í málinum.Samstundis má tó ansast eftir ikki at fara heilt upp frá við alskyns fyrigyklan um aðrar ætlanir í Gundadali. Havi tí hug at greiða eitt sindur frá.
Lagdur er fram ein sonevndur masterplanur ella heildarætlan. Meiningin við honum er at kunna síggja og meta um Tórsvøll og grannalag í einum hugsaðum framtíðarhøpi.
Masterplanurin sjálvur er ein neyðug skitsa, sum arbeiðast kann út frá, tá tey ymsu tøkini skula takast í royndunum at dagføra og nýtíðargera Gundadal.
Men aftan fyri masterplanin liggur fyrst og fremst ynskið hjá fótbóltsmyndugleikum og býarmyndugleikum at fáa gjørt sjálvan Tórsvøll til eitt virðiligt tjóðarstadion. Tórsvøllur er, sum er, ikki nóg framkomin til altjóða nýtslu.
Hann hevur ikki tað at bjóða, sum í dag er minstamát fyri eitt stadion, ið hýsir altjóða fótbólti. Har eru ikki ljós, har eru ikki nóg borðbarar umstøður til áskoðarar og pressu, og sjálvur grasvøllurin er ein meira at kalla deyð íløga,tí hann tolir ikki nógva nýtslu.
Fyrstu ætlanirnar
Hesi trý viðurskiftini eru tey, sum í hesum umfarinum verða drigin úr masterplaninum til fremjingar. Tórshavnar býráð og FSF hava longu avrátt at seta ljósini upp. Kostnaðurin er mettur til 16,5 mió kr. FSF fíggjar 12 mió og TK 4,5 mió kr. Arbeiðið ætlast at verða liðugt í september.
Stungið er út í kortið, at sjálvur vøllurin verður lagaður til umhvørvið, og graslíki verður lagt á hann, so ikki minst havnarfeløgini, men eisini landsliðini fáa meiri nyttu av vøllinum. Hetta skal fremjast í næstum.
Sum triði liður í hesum fyrsta umfarinum skal vestursíðan nýtíðargerast. Áskoðaraplássini verða dagførd, tey verða takt, og undir tekjuni skal útbúnaðurin gerast, so hann lýkur krøvini til eitt altjóða fótbóltsumhvørvi. Fíggarligu avgerðirnar um hendan partin eru mær kunnugt ikki avgreiddar, og her steðga annars tær ætlanir, sum eru konkretar í løtuni.
Eystur- og suðursíðan
Í einum seinni umfari er lagt upp til at taka áskoðaraplássini á eystursíðuni fyri. Hugsað verður um at dagføra tey og tekja tey.
Hinvegin er ikki ætlanin at hava áskoðarapláss við endarnar. Masterplanurin sær fyri sær, at tann stóra tribunan suður eftir verður tikin niður, og bygningur reistur har a la bygningin við norðurendan.
Hvussu hetta verður gjørt er ikki avrátt, men hugsandi er, at annar áhugaður fær í boði at reisa og reka hendan bygningin. Tað kann vera partvíst hotell, matstova og ymiskt annað, eisini møguleikar fyri innandura frítíðarvirksemi.
Næsta grannalagið
Fara vit so út um sjálvan Tórsvøll, eru næstu grannarnir HB og B36 húsini, Svimjihøllin og Gundadalshøllin. Heilt nattúrligt er, at masterplanurin eisini metir leysliga um hesar grannar.
Men lat tað vera sagt, at broytingar í hesum bygningum og møguligar nýbyggingar eru ikki partur av teimum avgerðum, sum eru tiknar.Hetta eru hugskot, sum sponsku arkitektarnir hava lagt fram í sínum masterplani, sum FSF og býráðið hava biðið teir gjørt, men Tórshavnar býráð hevur ikki gjørt av, um nakað av hesum skal gerast á tann hátt, sum teir skjóta upp.
Kommunan eigur ikki Gundadalshøllina, so ein útbygging av henni er fyrst og fremst avgerðin hjá eigarunum, ið eru Kyndil, Neistin og Fleyr.Hinvegin eigur kommunan stykkið millum B36 húsið og HB-húsið. Tað stendur sum eitt op millum tvey stásilig ítróttahús. Har skal eina ferð gerast okkurt. Men hvat tað verður, er ongin ætlan um enn. Heldur ikki hvør, ið fremja hana skal.
Svimjihøll og/ella baðiland
So er tað tann besta svimjihøllin í Norðurhøvum. Spaniólarnir skjóta upp at byggja hana út, so størri hylur kann fáast til vega har. Lítil ivi um, at vit hava tørv á einum baðilandi og annars eini svimjihøll aftrat, skula vit upp á 50 metrar.
Men tað er ein stórur spurningur, um tað er skilagott at pilka við ta núverandi høllina. Tí eru fleiri røddir ímóti. Loyvi mær at halda, at spanska ríslið um at skoyta upp í núverandi svimjihyl mest av øllum er eitt kosmetiskt íkast til Gundadal sum heild.
Málið um nýggja svimjihøll og/ella baðiland eigur at verða tikið upp í sínari heild, so vit fáa ta bestu framtíðarloysnina – uttan at skula stongja núverandi svimjihylin í langa tíð.
Nú hoyrdi eg Dag og Viku hendan dagin tengja eitt hugskot um súkklustudning til havnarfólk saman við ætlaðu ítróttabyggingunum. Lat meg siga, sum er, at tað hugskotið fyrst og fremst prógvar, at Jacob Haugaard hevur ikki livað til fánýtis.