Dorit Hansen, lærari og ritstjóri
----
“Føroyingar eru lukkligir og eydnusamir.” Tað vísir nýggj kanning hjá Fólkaheilsuráðnum. Gott nokk læra vit ikki so nógv, men vit eru nøgd. Vit eru enntá nøgdari enn fólk í grannalondunum, sum annars verða søgd at vera heimsins lukkuligastu. Føroyska lukkan byggir á tríggjar súlur, segði samskiparin í Kringvarpinum: vit hava góð netverk, vit kenna okkum vird, og vit eru trygg. Á einum stiga við trinum frá 0-10, enda vit á 7,9. Bæði norðmenn, íslendingar og danir liggja lægri enn vit á stiganum.
Lýsingarátakið fyri føroyskum lívsnøgdsemi byrjaði týsdagin við samrøðu í Góðan Morgun Føroyar og nýggjum bólki á Facebook við heitinum “Ræðuliga gott,” har fólk kunnu skriva tær góðu søgurnar um at búgva í Føroyum. Eg gleði meg at hoyra meira um kanningina, men eg má viðganga, at skepsisin var stór týsdagin (tá hetta Eygamálið varð skrivað). Tí hvussu kann man gera eina kanning, sum í staðin fyri at byggja á eina ástøðiliga hypotesu, er grundað á eina greiða missión: “at lyfta stemningin í føroyska samfelagnum”?
Nú burdi eg verið tann síðsta at grenja um slíkt aðalborið endamál. Eg havi mangan suffað um, hvussu fólkafráflyting knappliga gjøgnumsúrgar alt alment samskifti. Kvinnur skulu hava javnstøðu, tí annars rýma tær, tey ríku skulu hava lægri skatt, annars rýma tey, og námsfrøðingar skulu hava betri arbeiðsumstøður, annars rýma teir. Troyttandi grenj, havi eg hugsað. Og tá man skrivar blogg um gerandisgleðir, skal man nokk ansa eftir egnum glashúsi, áðrenn man finnist at jaligum nøgdsemiskanningum.
Men eg loyvi mær álíkavæl at kasta ein stein í jubilmaskinuna. Tí kanska er fortreytin fyri eydnuni, at vit IKKI eru lukkulig. Norðlýsið vísti herfyri á vísindaliga týska kanning, sum staðfestir at pessimistar liva longri enn tey, sum síggja ljóst uppá framtíðina. Niðurstøðan í kanningini er, at tey sum hava lindi at stúra fyri framtíðini, hava betri heilsu, betri inntøku og liva longri. Tey, sum hinvegin vænta sær eina ljósa framtíð, eru ikki nóg væl fyrireikað, tá framtíðin verður veruleiki. Tey verða fátæk, sjúk og doyggja fyrr.
Sambært Fólkaheilsuráðnum eru føroyingar sera bjartskygdir og “vænta at vera á trini 8,5 um 5 ár.” Tað fegnast vit um, tí tað er gott at vera glað og enn betri at vera optimistisk. Men er tað nú tað? Hvussu hevði føroyska vinnulívið sæð út, um forfedrar okkara vóru nøgdir við tað, sum var? Og um forfedrar okkara høvdu væntað eina ljósa, lætta framtíð, høvdu teir so stríðst fyri einum føroyskum vælferðarsamfelagi? Er tað ikki stríðið og ónøgdin, sum hava lagt lunnar undir føroyska framburðin?
“Veruleikin er nakað lort,” segði maðurin, tá ið vit annað páskakvøld gjørdu okkum til reiðar at fara í holt við gerandisdagin aftur. Orðini minntu meg um abba, sum plagdi at siga “Et strid vort liv monne være.” Eg hámeti báðar, tí veruleikin er nakað lort, og lívið er eitt stríð. Sjálvandi skulu vit gleðast um tað góða, men tá ið almennir stovnar seta nøgdsemi og “góðan stemning” sum samfelagslig mál, rennur tað mær kalt niður eftir bakinum. Hvussu verður framtíðin, um øll bara eru glað, og hvat hendir við framburðinum, um ónøgdsemi verður óynskt?