Skaðadjóratænastan skrivar á Facebook, at nú tá jólini nærkast og man byrjar at taka jólapynti niður av loftinum, er vert at kannað um nakað vespubýli er at finna har uppi.
Flestu vespubýli eru at finna har man ikki gongur dagliga, tískil er meirlutin av vespubýlum at finna á ovastalofti í sethúsum hjá fólki, skriva tey á Facebook.
Helst er tað eitt gott hugskot at taka vespubýli burtur, um man finnur nakað. Hesa ársins tíð eru vespurnar ikki virknar, og vespu-drotningin liggur í dvala. Um man ikki torir at taka vespubýli burtur sjálvur, ber til at ringja til skaðadjóratænastuna um hjálp.